Vónar Modric verður við til EM-endaspælið í 2024

Kroatiski landsliðsvenjarin, Zlatko Dalic vónar Luka Modric tekur eitt tørn aftrat við kroatiska landsliðnum

Klokkan 15 í dag spæla Kroatia og Marokko bronsudystin í HM-endaspælinum í Kroatia.

 

Borið hevur verið uppá mál, at dysturin fer at vera svanasongurin hjá kroatiska liðskiparanum og miðvallaranum, Luca Modric, men nú vónar Zlatko Dalic, landsliðsvenjari hjá Kroatia, at Modric tekur eitt tørn aftrat við landsliðnum.

 

Tað er bara hálvtannað ár til EM-endaspælið í Týsklandi verður, og tá er tann lætti og eleganti Modric ikki fyltur 39 ár. 

 

- Eg vóni hann verður á liðið okkara, tað er mítt fremsta ynskið. Men hetta er nakað hann má avgera sjálvur. Men við tí kærleikanum hann hevur til kroatiska landsliðið og til fótbóltin, so kenni eg meg rættiliga vísan í, at hann verður við til EM-endaspælið í 2024, segði Zlatko Dalic á tíðindafundi.

 

Luka Modric hevur spælt heili 161 landsdystir fyri Kroatia higartil. Í hesum 161 landsdystunum hevur Modric skorað 23 mál.