Vónar at finna semju í næsta mánað

Enn er ongin semja um, hvussu fiskivinnan skal skipast

 Enn veit eg ikki, hvussu fiskivinnan verður skipað í framtíðini.

 

- Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í kjaksending, sum Óli Breckmann hevði á Rás2 um fiskivinnu og fiskivinnupolitikk.

 

Fyrsta januar í 2018 fer fiskivinnuskipanin úr gildi, men enn hevur ikki borið til at finna semju um eina nýggja skipan, sum skal vera galdandi frá tá at rokna.

 

Í sendingini fanst Christian Andreasen, løgfrøðingur, at vinnan enn ikki veit, hvørja skipan, verður galdandi í 2018, hóast bara fýra ár eru eftir.

 

Hann sigur, at tað er altavgerðandi, at vinnan kennir sínar fortreytir minst 20 ár fram.

 

Og Jacob Vestergaard ásannaði, at enn er eingin semja um eina nýggjan fiskivinnuskipan.

 

Men hann sigur, at hann vónar, at ein semja verður funnin hendan næsta mánaðin.

 

Men av tí, at ongin semja er funnin, hevur hann onga greiða hóming av, hvussu skipanin verður .

 

Hinvegin skoytir hann upp í, at verður eingin semja funnin, verða fiskiloyvini av sær sjálvum longd fimm ár, og tá ið tey fimm árini eru farin, verða tey longd fimm ár afturat.

 

Men hann staðfestir samstundis, at loyvisskipanin sum er, er ein trygg skipan, har tann vinnurekandi veit, hvussu stóran part av eini kvotu ella av fiskidøgunum, hann fær í eitt ávíst áramál.

 

Innanfyri teir karmarnar kann tann vinnurekandi so uppbyggja sær eina fyritøku í eini annars ótryggari vinnu, sum fiskivinnan er.

 

- Tað hevur eydnast væl hjá øðrum og minni væl hjá øðrum. Men tey, sum eru í fiskivinnuni í dag, eru tey, sum hava dugað væl og soleiðis hevur vinnan valt tey dugnaligastu út.

 

Hinvegin ásannar hann eisini, at marknaðurin fyri keypi og sølu av loyvum og skipum er alt eftir, hvussu tað gongur í vinnuni. Men tað er loyvt at handla og tí ber til hjá øllum at koma upp í fiskivinnuna, serliga í botnfiskavinnuna.

 

- Hetta er sama skipan, vit síggja í londum, vit samanbera okkum við, har vinnurekandi sleppa at keypa og selja, so at tey sleppa at samanseta sína vinnu eftir fríum marknaðartreytum.

 

Sjálvur er Jacob Vestergaard púra sannførdur um, at føroyska samfelagið fær best burtur úr fiskivinnuni, soleiðis, sum hon nú er skipað.

 

- Tað er ómetaliga týdningarmikið at hava eina vinnu, sum sleppur a gava avlop, sum kann endurnýggja seg og sum kann byggja virki á landi.

 

Tí vil hann ikki hoyra talan um tilfeingisgjald, tí so er eingin vinna eftir við tað, at hon klárar ikki at skapa eitt avlop, sum er nær í námind nóg stórt til tað.

 

Jacob Vestergaard sigur, at vinnan má sleppa at brúka pengarnar, hon forvinnur, til virðisvøkstur, men at hon annars rindar vanligan skatt.

 

- Meiri pening, vit drena úr vinnuni, í ein landskassa, sum ikki klárar at skapa virðisvøkstur, verri verður búskapurin fyri.

 

Hann nevnir uppsjóvarvinnuna sum dømi, har vinnan sleppur at hava avlopið og byggir virkið á landi.

 

Les eisini: Alt kjak um fiskivinnuna er oyðilagt