Vónandi klárar Bjørn at loysa málið

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og ein av teimum, ið varðar av Miðlahúsinum, sum er størsta privata miðlahús í landinum, fegnast um, at nú sær okkurt út til at henda við eini fjølmiðlaloysn, ið fleiri ferðir hevur verið á veg – men uttan at nakað er hent.

– Kanska Bjørn Kalsø megnar tað, sum eingin av undanmonnum hansara hevur megnað, tí har hava sitið ráðharrar úr øllum teimum stóru flokkunum, uttan at nakar av teimum hevur fingið loyst málið, sigur hann.

Hoyr samrøðuna við Eirik Lindenskov við at trýsta á pílin undir myndini.