Tað eru Bastien Boudoir og Krystal Keynes, ið greiða frá, hvussu tey upplivdu grindadrápið, og hvat tey gjørdu umborð á bátunum.
Bastien Boudoir og Krystal Keynes vóru skipsførarar umborð á hvør sínum báti á Sandi 30. august.
Krystal Keynes greiðir frá, hvussu handtøkan fór fram
- Danska sjóverjan elti okkum og nýtti sera harðligar taktikkir. Teir rendu á okkum, borð móti borð, so at stórar mongdir av vatni skolaðu inn yvir okkum. Sìðani trýstu teir okkum meir ella minni upp móti einum múri av klettum. Vit høvdu siglt inn á klettarnar, um ikki vit høvdu steðgað bátinum.