Vóna fólk vísa samhuga við Sýria

Amnesty skipar fyri samhugatiltakið í Miðlahúsinum klokkan 15 leygardagin.

Kríggið í Sýria hevur kravt meira enn 100.000 mannalív og fleiri milliónir fólk eru noydd at flýggja úr húsi og heimlandi. 


Í nýggju frágreiðingini hjá Amnesty “Squeezing the life out of Yarmouk: War crimes against besieged civilians", verður sagt frá at styrkirnar í Sýria fremja krígsbrotsverk við at nýta hungur sum krígsvápn. Tær alt ov mongu familjurnar, ið noyðast at eta kettur og hundar sum ein seinasta útveg, og borgarar sum verða álopnir av sniðsskjúttum, meðan teir leita eftir mati, eru vorðin ein alt ov kend mynd av ræðuleikanum í Yarmouk. 

 

Í morgin klokkan 15 skipar Amnesty Føroyar fyri einum samhugatiltaki í Miðlahúsinum. 


Skráin verður hendan: 


1. Hans Holm, fer at tosa um hví kríggið byrjaði og hvørji útlit eru til frið.
2. Haifaa Awad, fer at tosa um ta ovurhondsstóru menniskjaligu vanlukku kríggið hevur ført til.
3. Enna Garðshorn Mikkelsen frá Reyða Krossi, fer at tosa um arbeiði hjá Reyða Krossi og hvussu vit kunna stuðla.
4. Til Sýria frá Føroyum - Send verður ein felagsheilsan til Sýria 

Bólkurin Lover Lover fer at framføra.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við aðalskrivaran hjá Amnesty Føroyum, Jacobu Kruse um tiltakið.