Vóna at fáa flogfarið aftur um eina viku

Tá ein trappa í gjár bar við flogfarið hjá Atlantic Airways, ið skuldi til Keypmannahavnar, fekk tað avleiðingar fyri flogferðsluna.


Ferðafólkini úr Billund komu ikki til Føroya fyrr enn klokkan trý í nátt, meðan túrarnir til Bergen og Reykjavík í dag vórðu avlýstir.


Greitt er, at flogfarið hevur fingið so mikið stóran skaða, at neyðugt er at senda tað til umvælingar. Í stuttari viðmerking við in.fo, upplýsir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, at man vónar, at umvælingin ikki tekur longri enn eina viku.


- Vit vóna at fáa flúgvaran aftur í flúgving sum skjótast, møguliga innan eina viku. Tað er lágárstíð nú og klára vit okkum við 2 flúgvarum sum er. Ferðslan kemur endaligt aftur í rættlag í morgin og er tað í høvuðsheitum Keflavík og Bergen, sum hava verið mest ávirkað, sigur Jóhanna á Bergi.