ES skal brynja seg. Og tað skal gerast skjótt. Tað sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.
Í dag legði hon fram eina ætlan fyri ES-leiðarunum, sum leggur upp til at brúka "allar" tøkar fíggjarligar møguleikar til at stuðla vápnadupping hjá ES-londunum.
- Vit eru í eini tíð við vápnum. Evropa skal økja um síni vápn fyri at hjálpa Ukraina og taka meira ábyrgd av okkara egnu trygd í Evropa, sigur von der Leyen.
Hon hevur sent smálutir um ætlanina í einum brævi til ES-leiðararnar undan eyka ES-toppfundinum hósdagin í Brússel.
- Uppskotini snúgva seg um at brúka øll tey fíggjaramboð, sum vit hava til taks, til at hjálpa ES-londum skjótt og munandi at økja íløgurnar í verjuna, sigur von der Leyen.
Uppskotini hava til endamáls at gera tað møguligt hjá ES-londunum at gera skjótar íløgur, men eisini langtíðaríløgur komandi áratíggjuni.
Sambært von der Leyen inniheldur ætlanin tilsamans fimm uppskot.
Fyrsti partur av ætlanini snýr seg um at lata ES-lond brúka meira av egnum pengum til verju.
- Limalondini eru til reiðar at brúka meira uppá verjuna, um tey fáa fíggjarliga rúmd til tess, sigur von der Leyen.
Tí skjýtur hon sum væntað upp at slaka fíggjarlógarreglurnar hjá ES, tá talan er um íløgur í verjuna.
Í fíggjarlógarreglum stendur, at ES-lond ikki kunnu hava eitt hall uppá meira enn trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). Og eina skuld uppá í mesta lagi 60 prosent av BTÚ.
Uppskotið loyvir ES-londum at fara upp um hesi mørk, um tað stendst av íløgum í verjuna.
/Ritzau/