Von der Leyen ikki ósamd um russisku pengarnar

- Um vit arbeiða skjótt, kunnu fyrstu russisku miljardirnar brúkast frá 1. juli í ár, sigur ES-forsetin.

ES-forsetin, Ursula von der Leyen, sigur, at russisku pengarnir kunnu brúkast longu í juli.

Í video-røðu á ES-toppfundi í Brüssel í dag mælti ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ES-londunum til at brúka frystar russiskar pengar til kríggið móti russiska hersetingarvaldinum í Ukraina. 

 

- Bæði inntøkurnar frá hesum pengum og pengarnir sjálvir áttu at verið brúktir ímóti Russlandi, segði ukrainski forsetin í dag sambært Reuters.

 

ES-forsetin, Ursula von der Leyen, er opin fyri hesum møguleika og sigur, at um ES arbeiðir skjótt, kunnu fyrstu russisku pengarnir brúkast longu í juli í ár.

 

Í fundinum í dag samdust ES-londini um framhaldandi at frysta russisk virðir.

 

- Eg segði við leiðararnar, at um vit arbeiða skjótt við einum uppskoti, kunnu fyrstu russisku miljardirnar brúkast frá 1. juli í ár.

 

Ursula von der Leyen segði á tíðindafundi eftir fyrsta dagin av ES-toppfundinum, at tað verða ES-londini, sum gera av, um russisku pengarnir skulu brúkast til kríggið.

 

Russisk virðir í ES-londum vórðu fryst og afturhildin, eftir at Russland leyp á Ukraina hin 24. februar fyri stívliga tveimum árum síðan.

 

Væntandi er, at ES-leiðarar fara at taka undir við, at meginparturin av vinninginum av hesum pengum kunnu brúkast til vápnakeyp til Ukraina.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at tilsamans snýr hetta seg um 2,5 til tríggjar miljardir evrur um árið. Russland hevur hótt við móttiltøkum, um ES samtykkir uppskotið.

 

 

 

ES-forsetin, Ursula von der Leyen, sigur, at russisku pengarnir kunnu brúkast longu í juli.