Hetta er fyrsti Volvo í SUV (Sport Utility Vehicle) klassanum. Tá Volvo koma á marknaðin við einum nýggjum bili, er eitt av endamálunum at sláa fast, at teir ganga á odda á trygdarøkinum. XC90 er onki undantak hvat viðvíkur aktivari og passivari trygd. Umframt ta innbygdu trygdina vit kenna frá øðrum Volvo bilum, hevur hesin nakrar heilt nýggjar loysnir, um tað skuldi hent at bilurin fer út av vegnum og bóltar fleiri ferðir runt. Talan er um ein stóran tungan bil, ið vigar yvir 2 tons.
Innan er XC90 ein luksusbilur, ið kann leverast við 5 ella 7 setrum. Hann fæst við tveimum bensinmotorum, annar er ein 5 syl.við 210 hk og hin ein 6 syl. við 272 hk og einum dieselmotori við 5 syl. og 163 hk. Bilurin trekkjur á øllum 4 hjólunum.
Kelda: FDM / Motor









