Nýggjasti Volvo XC60, sum verður frumsýndur á bilaframsýningni í Geneve nú í mars, stýrir automatisk uttan um vandastøður í ferðsluni.
Sambært Volvo verður nýggi XC60 við skipanini “Collision Warning with Autobrake system” ein av tryggastu bilum á marknaðinum.
Visjónin hjá Volvo er, at í 2020 skal eingin doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni í einum Volvo.
Volvo XC 60 hevur fleiri innbygdar trygdarskipanir, ið miða ímóti tí sjálvkoyrandi bilinum sum verður veruleiki um ikki so nógv ár.
Nýggjur Volvo XC60 kemur á marknaðin seinni í ár.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/