Magnus Gunnarsson
Interaktiv fløga
Nýggir bilar fáa støðugt fleiri funktiónir, sum bileigarin skal læra seg at halda skil á. Meðan Volvo V70 hevur staðið í gerð, hevur tekniska deildin hjá Volvo arbeitt við eini fløgu, sum kundin kann granska, meðan hann bíðar eftir bilinum.
Fløgan inniheldur frágreiðingar um allar hugsandi funktiónir í bilinum. Hon er býtt upp í tveir partar, har ein partur er vanligar upplýsingar, meðan hin er »interakti«, har týðuligar myndir vísa allar lutir og skipanir frá ymsum síðum.
V70 á skerminum
Man kann starta upp við at rotera bilinum á skerminum fyri at síggja hann frá øllum síðum. Um vit klikkja á t. d. bakhurðina, kann dúrkið í viðførisrúminum latast upp og eykasetrið til tvey børn hálast upp.
Meðan gólvið er opið ber til at nýta møguleikan til at læra seg at skifta akkumulator. Klikkja vit á akkumulator, kemur akkumulatorurin upp í einum horni á skerminum. Soleiðis kanst tú blíva við og royna allar møguleikarnar, ið bilurin hevur. Ein stórur partur av fløguni er sjálvandi um trygd, og hvørjar verjuskipanir verða settar í verk við ein samanstoyt.
Kelda: Volvo Personvogne Danmark A/S