Volodymyr Zelenskyj vitjar í USA í morgin

Ætlaða vitjanin í Washington verður hin fyrsta kenda uttanlandsvitjanin hjá Zelenskyj uttan fyri landoddarnar, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár.

Netmiðilin Punchbowl News í Washington veit í kvøld at siga, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kemur á vitjan í Washington í morgin, mikudagin.

 

Tað er tíðindastovan Reuters, sum endurgevur miðilin.

 

Punchbowl News sigur seg hava skift orð við fleiri keldur, sum siga, at Volodymyr Zelenskyj tekur túrin til amerikanska høvuðsstaðin at vitja amerikanskar politikarar.

 

Sambært Reuters er vitjanin hjá ukrainska forsetanum tengd at trygdarupplegginum, har mett verður um, hvørt tað er trygt hjá Zelenskyj at fara á hesa ferð.

 

Ein onnur amerikansk netsíða Axios veit eisini at siga, at ukrainski forsetin hevur ætlanir um at fara til USA á vitjan.

 

Ætlaða vitjanin í Washington verður hin fyrsta kenda uttanlandsvitjanin hjá Zelenskyj uttan fyri landoddarnar, síðan Russland leyp á landið hin 24. februar í ár.

 

Fyribils hava ukrainskir myndugleikar ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini um ætlaðu uttanlandsvitjanina.

 

Fyrr í dag vitjaði ukrainski forsetin býin, Bakhmut, har eysturi í landinum. Her hava verið harðir bardagar við russiskar deildir í økinum kring býin seinastu vikurnar.

 

Sambært netmiðilin Punchbowl News, fer Volodymyr Zelenskyj ætlandi at halda røðu í Washington mikukvøldið amerikanska tíð. 

 

Miðlarnir vita eisini at siga, at Nancy Pelosi í dag skal hava heitt á allar kongreslimir um at møta mikukvøldið, tá ukrainski forsetin ætlandi fer at halda røðu.