Starvsfólk mótmæla ætlanunum hjá Volkswagen um at leggja verksmiðjur niður og siga upp 100.000 starvsfólk. Mótmælið fór fram uttan fyri eina av verksmiðjunum hjá bilframleiðaranum í Zwickau í Týsklandi. (Mynd: Jens Schluter/Ritzau Scanpix)

Volkswagen skerjir 100.000 størv

Týski bilrisin Volkswagen stendur framman fyri størstu umskipanini í søgu felagsins.

Starvsfólk mótmæla ætlanunum hjá Volkswagen um at leggja verksmiðjur niður og siga upp 100.000 starvsfólk. Mótmælið fór fram uttan fyri eina av verksmiðjunum hjá bilframleiðaranum í Zwickau í Týsklandi. (Mynd: Jens Schluter/Ritzau Scanpix)

Leiðslan hevur samtykt at minka framleiðsluna, skerja talið av bilmodellum og leggja upp til at siga upp út við 100.000 starvsfólkum. Harumframt kunnu fýra verksmiðjur verða lagdar niður.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar, millum annað Reuters.

Volkswagen er undir stórum trýsti frá vaksandi kapping úr Kina, amerikanskum innflutningsgjaldi og høgum framleiðslukostnaði. Samstundis er eftirspurningurin eftir bilum í Evropa viknaður, meðan felagið hevur brúkt stórar upphæddir upp á menning av elbilum.

Átøkini hava elvt til mótmæli á fleiri av verksmiðjunum hjá Volkswagen í Týsklandi.

Dansk Industri ávarar um, at avleiðingarnar eisini kunnu merkjast uttan fyri Týskland.

– Túsundtals donsk størv eru beinleiðis ella óbeinleiðis knýtt at týsku bilvinnuni. Tá virksemið minkar í størsta búskapinum í Evropa, kann tað merkjast í stórum parti av vinnulívinum, sigur búskaparfrøðingurin Allan Sørensen.

Volkswagen hevði longu boðað frá, at 35.000 størv skuldu sparast fram til 2030. Í mars varð talið hækkað til 50.000, men nú verður tosað um upp í 100.000 uppsagnir.

Volkswagen eigur eisini bilmerkini Audi, Porsche, Škoda, Seat, Bentley og Lamborghini.