Rockbólkurin Volbeat vann P3 virðislønina fyri størsta hittið á rásini í fjør. Lizzie var við í kappingini um virðislønina Fríggjakvøldið varð árliga P3 Guld hátíðarhaldið, har tey bestu í donskum tónleiki farna ár verða heiðrað.
Ein av virðislønunum var latin fyri ársins hitt í fjør, og her var føroysku Lizzie í uppskoti við sínum Ramt I Natten. Lizzie var millum favorittarnar, men tað gjørdist rockbólkurin Volbeat sum annað árið á rað hann hesa virðislønina. Hesaferð var tað fyri sangin Maybellene I Hofteholder.










