Voigt vann í Týsklandi

Annað árið á rað eydnaðist týska veteraninum og jarnmanninum hjá Team CSC, Jens Voigt, at vinna súkklukappingina Týskland Runt.

Longu á aðru etapu fekk Voigt gulu troyggjuna, tá danska felagið endaði fremt í liðkoyringini, og hinir súkklararnir megnaðu ongantíð at taka tíðina inn aftur. Tá Voigt so eisini vann einkultstartin leygardagin var eingin ivi um, at hann fór at vinna súkklukappingina. Hann endaði 1 minutt og 57 sekund framman fyri Levi Leiphemer á øðrum plássi.