Vogue viðmælir Føroyar

Kenda blaðið Vogue hevur biðið 10 ferðvinnu serfrøðingar at viðmæla 10 støð at ferðast til í summar, har ein kann fáa eina óvæntaða uppliving. Annahvørt tí ferðamálið er lutfalsliga ókent, ella tí upplivingin at ferðast í tí staðnum er serstøk.

 

Tey meira vanligu ferðamálini eru við, so sum Grikkaland og Avstralia, men eisini okkara egna Føroyar eru við.

 

Í viðmælinum verður millum annað sagt, at fólkið á staðnum eru sera gestablíð, tosa fleiri tungumál og hava breiða vitan um fleiri lond, tí nógvir føroyingar hava ferðast nógv.

 

Føroyski maturin verður eisini nevndur og serliga skerpikjøt verður viðmælt at royna.

 

Greinin kann lesast her.