Vogts í Asberbajan

Fyrrverandi týski landsliðsvenjarin í fótbólti Berti Vogts skal nú standa á odda fyri einum av minni landsliðnum í europeiskum fótbólti

Vogts hevur havt skiftandi uppgávur, síðani hann stóð á odda fyri skotska landsliðnum. Hann gjørdi í fjør eina fýra ára avtalu við Nigeria, men har gavst hann eftir minni góð úrslit. Nú skal 61 ára gamli Berti Vogts so venja landsliðið hjá Asberbajan.