Vognar bugla bilar á parkeringsplássinum

– Skipanin er gjørd fyri at tryggja tey, sum hava bilin standandi á flogvøllinum. Avbjóðingin við Føroyum er tann, at tá ið vindur er, so fara allir teir vognarnir, sum fólk ikki hava stillað upp á pláss aftur, syftandi ímillum bilarnar, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

– Skipanin er gjørd fyri at tryggja tey, sum hava bilin standandi á flogvøllinum. Avbjóðingin við Føroyum er tann, at tá ið vindur er, so fara allir teir vognarnir, sum fólk ikki hava stillað upp á pláss aftur, syftandi ímillum bilarnar, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

– Komin inn til ferðagóðsið bar ikki til at fáa ein vogn - nei, ein 10-króna krevst í pant...

 

– Hvat er hetta fyri heilsan til fólk, sum vitja flogvøllin? Ómetaliga lítið smidligt, mong ganga bert við korti uppi á sær.

 

Soleiðis skrivar Bergtóra Høgnadóttir, fyrrverandi løgtingskvinna, um tað at koma sum ferðafólk til Føroya. Hon sipar til tað, at tú skalt hava eina tíggjukrónur ella tjúgukrónu uppi á tær fyri at fáa ein vogn til viðførið hjá tær, tá tú kemur við flogfari til flogvøllin í Vágum.

 

– Eitt er, at føroyingar sum ferðast ofta ella bara hava handviðføri bara kunnu strúka avstað ella minnast til 10-krónuna. Men kanska 10-krónan ikki er fremst í hugnaum hjá pinkubarnamammuni, sum ferðast sjálv og hevur pusltiasku, pinkubarn, suttir, kuffert, innkekkaðan barnavogn og annað mangt at hugsa um...ella útlendingar sum ikki kenna heitið 10-króna. Haldi hetta er ORDILIGA kiksað!

 

– Ja, skilti í útvarpinum, at orsøkin var, at vognarnir stoðu allastaðni runt um á parkeringsøkinum áðrenn hesa skipan - men nú, komu teir altíð upp á pláss aftur. Well - vænti ikki at kostnaðurin fyri ein ungling, sum flytir vognarnar í samband við at flogfør lenda nkakrar tímar um dagin koppar budgettinum.

 

– Tíverri ivist eg ikki í, at tað eru tollararir og starvssfókini í tax free, sum fáa illsinisglepsini omanyvir seg – og tað er jú ikki teirra avgerð. Men hetta er óumhugsað.

 

Vit hava spurt Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága Floghavn, um hví avgerð er tikin um, at tænastan er versnað við, at ferðafólk skulu gjalda fyri vognin.

 

Skipanin er gjørd fyri at tryggja tey, sum hava bilin standandi á flogvøllinum. Avbjóðingin við Føroyum er tann, at tá ið vindur er, so fara allir teir vognarnir, sum fólk ikki hava stillað upp á pláss aftur, syftandi ímillum bilarnar. Nógvir skaðar og skøvur standast av hesum, og er tað sera keðiligt hjá tí vaksandi partinum av teimum ferðandi, sum hava egnan bil við og parkera á flogvøllinum. Tað er ikki serliga hugaligt at koma heim til Føroyar til ein buglaðan bil, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

Hann sigur, at tí er loysning við, at man skal hava eina 10DKK ella 1€ uppi á sær, um man skal læna ein vogn á flogvølinum.

 

– Hetta er ikki ein ókend loysn fyri flogvallir; og nevnast kunnu eitt nú Bergen Airport og Malpensa flogvøllurin í Milano, sigur Jákup Sverri Kass.

 

– Ikki tí; eg skilji fólk sera væl, men í fyrsta umfari hava vit so valt hesa loysnina fyri at tryggja øll tey, sum vilja hava bilin við sær á flogøllin og vilja síggja hann óskaddan aftur.

 

– Tó so kann tað verða, at sum tíðin gongur, og fólk kanska hava vant seg við at stilla vognin aftur upp á pláss, at vit gera eina roynd, har ferðafólkini ikki verða noydd til at minnast til at hava eina 10DKK ella 1€, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Jákup Sverri Kass sigur, at hann heldur tað vera gott, at slíkt verður tikið upp, og sjálvandi fyrihalda tey seg til meiningina hjá øllum teimum yvir 250.000 gestunum.

 

– Talan er altíð um raðfestingar, fyrimunir og vansar. Hon nevnir, at vit 'bara' kunnu seta fleiri fólk. Aftur har er talan um raðfestingar, og raðfesta vit heldur ein skilagóðan rakstur, sum síðan kann vera við til, at vit kunnu seta tænastugjøldini niður, sigur Jákup Sverri Kass.