Vørn (Fiskiveiðieftirlitið) og FEF (Forbindelseselement Færøerne), sum er fyrrverandi Færøernes Kommando, hava regluligar samstarvsfundir, har felags áhugamál verða viðgjørd.
Millum mál, sum tosað verður saman um, er eitt nú skipaferðslan kring oyggjarnar, felags átøk í samband við bjarging, eftirlit, loftrúm og onnur viðurskifti.
Í hesum sambandi hevði Vørn forkunnuga vitjan av generalmajorinum, Stig Østergaard Nielsen.
Stig var saman við Eli Lyngvej Larsen til ein kunnandi fund við Elmar Højgaard, stjóra á Vørn.
Á myndini eru Stig Østergaard Nielsen, Elmar Højgaard og Eli Lyngvej Larsen. |










