Farna árið royndist so stak væl á Viðareiði. Virksemið var stórt og arbeiðsloysið lítið. Tað sæst aftur í inntøkunum og harvið kommunuskattinum.
Hóast skattaprosentið var eitt hálvt prosentstig lægri í 2015, enn tað var í 2014, so var vøksturin í kommunuskattinum lutfalsliga størri, enn hann var tað í nakrari aðrari kommunu í landinum.
Lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum í Viðareiðis kommunu, sum bara fevnir um Viðareiði, var í fjør sammett við í fyrraárið 12,11 prosent. Skattainntøkan á Viðareiði var í 2015 11.296.665 krónur. Í 2014 var hon 10.076.636 krónur. Meirinntøkan í fjør var harvið 1.220.029 krónur.
Skattaprosentið var í fjør 22,0, meðan tað í fyrraárið var 22,5.
Sammett við undanfarin gjørdi tað stóran mun, at Bakkafrost var í holtur við at útbyggja smoltstøðina Inni í Dølum, og at arbeitt varð í tunlinum millum Hvannasund og Viðareiði og í tí sambandi eisini við vegnum frá tunlinum og til bygdar.
Talan var ikki um støðugan vøkstur teir ymsu mánaðirnar. Størsti vøksturin var í oktober, tá ið hann sammett við sama mánað í undarfarna ári var 34,32 prosent, og minstur var hann í september, tá ið hann var -2,02 prosent.











