Vøksturin heldur fram

Nógv børn verða fødd og nógv fólk flyta til landið

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa. Hagstovan sigur, at í fjør vaks fólkatalið 756 fólk og tað er ein vøkstur upp á 1,4 prosent. Hóast tað er eitt sindur minni vøkstur enn frá 2019 til 2020, er gongdin tann, at fólkavøksturin, sum dik á seg fyri nøkrum árum síðani, heldur á.

 

Hetta merkir, at fyrsta januar búðu 53.664 fólk i Føroyum.

 

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi upp á 249 fólk og eini nettoflyting upp á 516 fólk. Men í fjør vóru bæði tilflyting og fráflyting minni enn árini frammanundan, men sum heild eru tilflytingin flutti 44 fólk fleiri til Føroya enn tað flutti úr Føroyum. Samstundis vóru 20 fleiri børn fødd um mánaðin enn tað vóru fólk, sum doyðu.