Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone, er nú nevndarlimur í FT Neti
Tað verður kunngjørt Skráseting Føroya. Tað er Føroya Tele, sum eigur allan partapeningin í P/F FT Net, sum er felagið, sum umsitur netpartin hjá Føroya Tele, sum hevur einkarrættin til telefonnet í Føroyum.
Stjóri í FT Neti er Páll Højgaard Vesturbú. Nevndarformaður er Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Hinir nevndarlimirnir eru:
Brian Smedemark
Gudny Langgaard
Óli Meinertsson Hanse
Úrslitið hjá FT Neti fyri 2014 gjørdist heldur verri enn væntað. Mett verður, at úrslitið fyri 2015 verður nakað betri enn fyri 2014, skrivar felagið í ársfrágreiðingin. Um býti av ársúrslitinum sigur felagið, at nevndin skjýtur upp at útluta 7 mió. kr. í vinningsbýti til partaeigaran.
Og tað er Føroya Tele, sum eigur 100% av partapeninginum og umboðar 100% av atkvøðunum í samsvar við skráseting felagsins.
P/F FT Net er partur av konsernroknskapinum hjá Føroya Tele.