Vodafonedeildin byrjar í kvøld

Víkingur og ÍF spæla í kvøld ársins fyrsta dyst í Vodafonedeildini, og so eru tveir dystir í morgin og tveir sunnudagin

So byrjar landskappingin í fótbólti, og hon heldur á við sínum 27 umførum, til vit leygardagin 3. oktober vita, hvør er føroyameistari og hvussu hini enda á stigatalvuni. Onkur fær silvur og bronsu og onkur má siga bestu deildini farvæl, tá komið er so langt.

Fyrsti Vodafonedysturin í ár verður spældur í kvøld klokkan 18 í Sarpugerði, har grannauppgerð er millum Víking og ÍF. Síðani eru tveir dystir í morgin, tá HB og B68 spæla í Gundadali klokkan 15, og NSÍ og KÍ møtast við Løkin í Runavík klokkan 17.

Sunnudagin eru so teir báðir síðstu dystirnir í fyrsta landskappingarumfarinum, tá greipuvinnararnir í EB/Streymi við Margáir taka ímóti uppflytarunum úr 07 Vestur, og B36 í Gundadali spælir ímóti AB, sum aftur hevur vunnið seg upp í bestu deildina.