Eftir ein stuttan summarsteðg verður fyrsti dysturin í seinnu hálvu í føroysku fótbóltslandskappingini í kvøld í Fuglafirði. Dysturin er millum ÍF og B68.
Talan er um ein botngysara, tí ÍF liggur næstniðast við 13 stigum, meðan B68 hevur eitt stig fleiri á áttinda plássi. ÍF hevur í summar luttikið í Evropa League kappingini. Liðið tapti samanlagt 8-2 móti íslendska KR. Heimamenninir á Fløtugerði skulu eisini spæla steypafinaluna á Summar Festivalinum móti EB/Streymi.
Meðan ÍF hevur havt nógv um oyrini við venjaraskifti, Evropa League og nú steypakappingini, so hevur summarið verið meiri friðarligt hjá toftamonnum. Teir hava aftur í ár siglt í tungum sjógvi og havi ikki megnað at vunnið seg vekk úr botnstríðnum. Hjá B68 kemur væl við, at Jann Ingi Petersen er tøkur eftir at hann kom til felagið í feburar.
Dysturin byrjar klokkan 19:00 í kvøld. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum og byrjar tat senda kl 18:45.