Mikkjal Thomassen
Mikkjal Thomassen og John Petersen høvdu í felag ábyrgdina av meistaraliðnum hjá B36 í 2011.
Tí hevði tað komið púra óvart á, um samstarvið ikki helt fram í 2012. B36 vildi fegið hava báðar venjararnar at halda fram, men John Petersen hevur boðað frá, at hann ikki heldur seg til at vera venjari næsta ár. Hann ætlar sær at hava barnsburðarfarloyvi frá fótbóltinum.
Mikkjal Thomassen verður høvuðsvenjari hjá B36 í 2012. Hvør skal hjálpa honum er ikki avgjørt enn.
Støðan hjá B36 og Mikkjali er so nógv øðrvísi nú, enn hon var tað fyri einum ári síðani. Tá var tað ikki frítt, at tað valdaði óvissa um, hvussu tað fór at tørna út í 2011. Fleiri nýggir spælarar vóru á sentralum plássum, og tí var setningurin hjá venjarunum at samanspæla evnaríku menninar til eitt lið, sum kundi standa seg millum trý tey bestu.
Úrslitið sigur, at tað eydnaðist so væl, sum tað frammanundan bara bar til at droyma um, at tað skuldi gera. Nú er setningurin at endurvinna FM heitið. Tað hevur B36 ongantíð áður megnað.
_ _ _
Pauli Poulsen
Golan heyggjarnir plagdu teir at kalla økið vestanfyri vøllin við Løkin í Runavík. Tað var í tí tíðini, tá ið viðurskiftini ivaleyst vóru spentari millum NSÍ og B68, enn tey eru nú, hóast flytingarnar millum feløgini seinnu árini hava verið fleiri.
Navnið komst av, at toftamenn plagdu at standa uttaru megin Løkin, tá ið teir komu oman av Svangaskarði at hyggja eftir fótbólti.
Nú er greitt, at venjarin, sum trý tey seinastu árini hevur verið í NSÍ, næsta ár verður venjari hjá B68. Pauli Poulsen og NSÍ høvdu sáttmála eitt ár aftrat, men tað er nakað síðani, at partarnir samdust um, at venjarin kundi flyta til annað felag.
Tveir av lyklaspælarunum hjá NSÍ, sum alla sína tíð hava spælt í barndómsfelagnum, flyta saman við venjaranum stutta teinin út á Svangaskarð. Talan er um sera drúgva miðvallaran Jústinus R. Hansen og um vinstra vongverjan Einar T. Hansen. Felags fyri teir báðar er, at teir hava spælt á landsliðnum, og nú ynskja teir at royna flogið í nýggjum felag.
_ _ _
Heðin Askham
Eftir nógvan turbolens á ferðini endaði tað væl hjá EB/Streymi – í hvussu so er á vøllinum. Tað eydnaðist at endurvinna løgmanssteypið, og í landskappingini endaði EB/Streymur við silvurkrónunum um hálsin.
Á seinasti leikdegi boðaði Heðin Askham frá, at nú hevði hann bestan hugin at halda frí frá fótbólti í hvussu so er í eitt ár. Hurðin var tó eitt sindur á gloppi, og nú eru longu fleiri vikur síðani, at tað varð kunngjørt, at Heðin Askham heldur fram í Sundalagnum.
Heðin tók við sum venjari við Margáir á sumri í 2009. Árið fyri høvdu EB/Streymur og Sigfríður Clementsen vunnið FM og steypakappingina. Í 2009, 2010 og 2011 hevur úrtøkan í landskappingini verið tríggjar ferðir silvur, og í steypakappingini hevur úrtøkan verið eitt finalupláss og tveir finalusigrar.
Nú er setningurin at lyfta seg eitt pláss longri upp í landskappingini. Eftir soltnan fyrra part av kappingini gekk tað eftir summarsteðgin í ár sum eftir ánni, og EB/Streymur og Heðin Askham vóru einasta felagið, sum megnaði at vinna á B36 og tað tvær ferðir.
_ _ _
Pól F. Joensen
Tað verður ein gamal TB spælari, sum fer at hava ábyrgdina, tá ið FC Suðuroy enn eina ferð skal stríðast fyri at halda tørn um pláss í Vodafonedeildini.
Eftir fyrsta og higartil einasta FM heitið hjá vágbingum hevði VB gott tíðarskeið í bestu deildini. Fráflytingin bar við sær, at feløgini í syðru helvt, VB og Sumba, kastaðu saman, og tað eydnaðist tvær ferðir akkurát at sleppa undan niðurflytingini.
Í 2009 upp úr 1. deild, men steðgurin í bestu deildini var bara eitt ár. Í ár gekk tað upp á stás í 1. deild, og nú bíðar enn ein avbjóðing í Vodafonedeildini.
Pól F. Joensen sat við stýrisvølin, nú tað hilnaðist so væl, og tgað verður fyrrverandi TB spælarin, sum fyri fyrstu ferð skal royna seg sum venjari í fremstu røð, tá ið FC Suðuroy skal arbeiða fyri at røkka setninginum, sum er at halda tørn um plássið í Vodafonedeildini.
Venjarin er væl útbúgvin, og hann hevur vunnið góð úrslit í yngru deildunum. Í FC Suðuroy verður arbeitt við at styrkja um liðið. Um tað eydnast, so eiga tað at vera vánir fyri, at Pól F. Joensen og FC Suðuroy fara at megna at halda tørn.
_ _ _
Sigfríður Clementsen
Tað var ikki gamalt, at dagsskráin hjá eldra felagnum í Gundadali var at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Soleiðis var tað í farna kappingarári, tá ið Julian Hansen mitt í kappingarárinum noyddist at lata ábyrgdina frá sær.
Illa sperda HB leiðslan gav ábyrgdina til Sigfríð Clementsen. Setningurin hjá honum var at sleppa sigursvanda felagnum undan katastrofuni, sum tað hevði verið, um niðurflytingin gjørdist veruleiki.
Sigfríður greiddi setningin, men tað leyp einki av. Kortini hevur leiðslan í Havnar Bóltfelag gjørt av, at leingja samstarvið við Sigfríð Clementsen, og harvið verður hildið fram við at mynda nýtt lið.
Sigfríður vaks upp í HB, har hann spældi í nógv ár, áðrenn hann flutti í B36. Hann hevur verið venjari hjá fleiri feløgum, og hann veit, hvussu tað er at vera venjari hjá toppliði, FM vinnara og steypavinnara, og hann veit, hvussu tað kennist at vera venjari hjá felag, sum hevur ligið tungt í sjónum.
_ _ _
Flemming Christensen
53 ára gamli Flemming Christinsen skal hava ábyrgdina av ÍF í 2012. Sjálvur sigur nýggi ÍF venjarin, at hann síðani 2010 hevur bíðað eftir nýggjum møguleika at venja, og at tað nú var um reppið, at hann fekk sær meiri sivilt arbeiði, men so var tað, at tilboðið úr Fuglafirði kom. ÍF heimasíðan sigur, at tað er Anfinn Gaard, sum samstarvar við Danish Football Agency, sum hevur verið millummaður.
Hetta seinasta árið hevur Flemming Christensen hjálpt júst hesum felagnum at leita eftir ungum og evnaríkum fótbóltsspælarum.
Flemming Christiensen var í síni tíð álopsspælari í AB og Lyngby, sum bæði riðu millum tær báðar ovastu deildirnar í Danmark. Hann var yrkisspælari í Fraklandi og Sveis, og hann var so mikið stinnur, at hann í 1986 var við, tá ið Danmark við Preben Elkjær og Michael Laudrup sum stóru álopsstjørnunum undir HM í Mexico vísti framúr undirhaldandi spæl.
Setningurin verður at lyfta ÍF longri fram enn 7. plássið í 2011. Fyri stuttum skrivaði ÍF sáttmála við sera málsókna Clayton Soares, sum í farna kappingarári skoraði fjúrtan mál í Vodafonedeildini fyri 07 Vestur. Tað átti at styrkt um vánirnar fyri, at tað skal eydnast ÍF at lyfta seg longri fram.
_ _ _
Páll Guðlaugsson
KÍ endaði í farna kappingarári sum nummar 5 í Vodafonedeildini, og tað vóru klaksvíkingar væl nøgdir við. Málið var at halda liðið í deildini og at vinna 30 stig. Bæði málini vóru nádd væl og virðilig.
Men hóast felagið stóð seg væl og náddi málsetninginum, so hevur leiðslan gjørt av at skifta venjara. Sáttmálaskeiðið saman við Aleksandar Djordjevic var liðugt við kappingarenda, og nú hevur felagið valt at fara aðra leið.
Nýggjur venjari í Klaksvík er íslendingurin Páll Guðlaugsson, sum í nógv ár var venjari í Føroyum. Hann røkti fleiri venjarastørv í føroyskum feløgum, men kendastur man hann vera frá tíðini sum a-landsliðsvenjari.
Páll leitar nú aftur á slóðina í Føroyum, og nú skal hann hava ábyrgdina, tá ið KÍ fer at stríðast fyri at røkka eitt sindur hægri enn fimta plássið í fjør, sum bar ein eyka heimadyst við sær.
_ _ _
???
NSÍ og Pauli Poulsen høvdu pappír upp á, at samstarvið skuldi halda fram í 2012, men soleiðis verður tað ikki. Avrátt er, at samstarvið skal halda uppat, og nú er tað greitt, at Pauli Poulsen fer at venja B68.
NSÍ hevur í fimtan ár verið rimmar fastur partur av fremstu deildini, sum teir gulu og svørtu vunnu fyri fyrstu og higartil einastu ferð í 2007.
Higartil hevur verið lítið at frætt um 2012. Fleiri, sum hava verið stuðlar, eru burtur: Jónhard Frederiksberg er givin, Jústinus R. Hansen og Einar T. Hansen eru farnir út á Toftir, Fritleif í Lambanum, sum í summarsteðginum kom úr Fuglafirði, hevur skrivað undir sáttmála við Víking, og tað er ivasamt, hvussu tað verður við Heðini á Lakjuni og Christian Høgni Jacobsen.
Fleiri ungir spælarar snoddaðu í fjør til besta liðið, og onkrir, sum áður hava verið marginalspælarar, vunnu seg meiri inn á liðið. Monrad Holm Jacobsen, sum í fjør var í Klaksvík, er fluttur aftur til NSÍ.
Men tað verður ikki, fyrr enn venjaraspurningurin er loystur, at tað fæst meiri nágreiniligt at vita, hvussu tað verður næsta ár í Runavík.
_ _ _
Milan Kuljic
Tað er ikki váttað, men leysatíðindi vilja vera við, at serbiski Milan Kuljic verður venjari hjá aldursforsetanum, sum tað árið, tá ið hann verður 120, enn eina ferð skal royna seg í bestu deildini.
Jólaaftan verður Milan Kuljic 36 ár. Hann hevur verið í Føroyum síðani í 1998, og hann hevur umboðað trý feløg.
Í 2011 var hann hjálparvenjari á Argjum, har Sámal Erik Hentze hevði ábyrgdina. Tað kiksaði akkurát við uppflytingini. Í yvirtíðini í síðsta umfari streyk TB avstað við næstfremsta plássinum í 1. deild og harvið rættinum at spæla í Vodafonedeildini, og nú hevur verið frammi, at Milan Kuljic skal venja TB.
Í AB var Milan Kuljic leikandi hjálparvenjari. Áðrenn hann fór út á Argir, var hann miðvallarálit á HB liðnum í fýra ár, og harvið var hann við til at vinna FM í 2009 og 2010. Fyrsta FM heitið vann hann við VB í 2000.
Milan Kuljic kom til Vágs í 1998, og har var hann í seks ár, áðrenn hann flutti norður til Havnar og HB.
Nú sigst Milan at vera á veg aftur til Suðuroyar og hesa ferð til Tvøroyri og TB, sum hann skal standa á odda fyri í royndini at varðveita plássið í Vodafonedeildini.
_ _ _
Jógvan Martin Olsen
Trý, fimm, trý. Tað ljóðar næstan sum ein spælskipan, sum sjálvandi ikki letur seg gera, tí samlaða talið er ellivu og ikki tíggju.
Tølini sipa til úrtøkuna tey trý árini, sum Jógvan Martin Olsen hevur verið venjari hjá Víkingi. Trý ár er langt skeið hjá felag og venjara at samstarva, men kortini hava Jógvan Martin og Víkingur givið hvørjum øðrum hondina uppá, at samstarvið skal halda fram í 2012.
Einki er at ivast í, at tað er perspektiv í tí, sum teir fáast við í Sarpugerði. Arbeitt verður við at mynda lið, sum fyrst og fremst er grundað á egið tilfar við stuðli frá einstøkum lyklaspælarum aðra staðni frá.
Í 2011 var Víkingur leingi við í kappingini um FM, men marginalirnir vóru ikki við í lykladystinum á heimavølli ímóti B36, sum vann 2-0, og harvið hevðí FM heitið kós í Gundadal, meðan Víkingur eftir okkurt óvæntað kiks aftrat á heimavølli endaði á bronsuplássi.
Jógvan Martin Olsen hevur verið støðugur, har hann hevur havt venjaraábyrgd. Hann vandi NSÍ í 2002, tá ið teir vunnu silvur í FM og gull í steypakappingini, og í 2003 og 2004, og so var hann landsliðsvenjari, áðrenn hann tók ábyrgdina á seg fyri felagsliðnum.