Vodafone hevði 900.000 kr í halli í fjør

- Vánaligi heimsbúskapurin og minni nýtsla hjá kundunum ber í sær, at Vodafone hevði lítið undirskot í 2009, sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri í Vodafone.

Hann sigur, at hóast eina óbroytta marknaðarstøðu, vísti roknskapurin hjá Vodafone eitt hall á knappar 900 túsund krónur í 2009.

- Høvuðsorsøkin til hallið er, at kundarnir høvdu minni nýtslu í 2009, helst tí búskaparstøðan í Føroyum og uttanlands var ivasom. Útreiðslurnar hjá Vodafone minkaðu ikki eins skjótt, sum nýtslan hjá kundunum minkaði, og tað merkir roknskapin fyri árið.

Rakstrarískoytið (EBITDA) minkaði úr 14,6 mió.kr. niður í 11,3 mió.kr. Úrslitið av grundrakstrinum (EBIT) var eitt yvirskot á 670 túsund krónur. Hetta er 4 mió.kr. minni enn í 2008. Samlaða sølan fór úr 97,6 mió.kr. niður í 91,8 mió.kr.

Vodafone gjørdi íløgur fyri 3,6 mió.kr. í 2009 og hevur niðurgoldið 4,5 mió.kr. í langfreistari skuld. Eginognin var 24,2 mió.kr. við árslok 2009.

- Vit eru ikki nøgd við úrslitið og ætla okkum eitt frægari úrslit í ár. Tillagingar eru gjørdar í 2009 og 2010, ið skulu betra rakstur felagsins. Gongdin higartil í 2010 vísir, at vit eru á rættari kós, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Vodafone.