Vodafone flytur til Smiðjugerði

Komandi ár skal fjarskiftisfyritøkan flyta í nýggj høli í Vesturbýnum í Havn

 

Tað er Búsetur, sum saman við íleggjarum skal byggja og eiga bygning í Smiðjugerði – beint við síðuna av Tekniska Skúla. Í tíðindaskrivi upplýsir Vodafone, at felagið hevur gjørt langtíðar leiguavtalu við Búsetur.

 

- Vodafone vendi sær til okkara við hugskotinum. Tað var øgiliga skjótt, so gjørdust vit samd um ein leist, har vit byggja, og tey leiga frá okkum, sigur Sjúrður Holm, stjóri fyri Búsetur.

 

Bygningurin verður í alt umleið 1.400 fermetrar til støddar, har ein partur er í tveimum hæddum. Vodafone fer at brúka umleið 930 fermetrar, og Búsetur fer at brúka restina til egið virksemi.