Fyrrverandi Skála-málverjin, Vlada Filipovic, skal í ár verja málið hjá VB/Sumba. Suðuroyingarnir høvdu í fjør Macyn Dawid millum stólparnar, men hesin verður komandi árið at síggja í HB. Vlada kom til Føroya í fyrraárið, og bæði tá og í fjør vardi hann málið hjá Skála.