Skála
Tað vóru farnir 65 minuttir av dystinum sunnudagin, tá Skála var fyri álvarsligum missi. Vandi tóktist ikki vera á ferð, tá stinni málverjin hjá oddaliðnum, Vlada Filipovic, skuldi fara út eftir einum bólti, sum klaksvíkingarnir høvdu stungið nakað langt fram.
Men brádliga lá stóri málverjin skerflatur. Tekini boðaðu greitt frá, at okkurt álvarsligt var áfatt, og soleiðis var eisini. Hælsinan var slitin, og tað merkir, at Skála má vera ein av sínum mest týðandi monnum fyriuttan, nú seinastu fimm dystirnir á árinum skulu spælast.
Hinvegin hevur Skála ein eykamálverja, sum ikki er heilt sørur. Eugen Voda er kanska ikki heilt ungur longur, men hann hevur í øllum førum royndirnar, sum skulu til, og so má Skála bíða og síggja, hvørt hetta er nóg mikið.
Fleiri fráverur
Og sum um hetta ikki var nóg mikið, so er í aðrar mátar eisini farið at tynnast út í hópinum hjá Skála.
Einans fimm minuttir eftir, at liðið hevði mist málverjan, noyddist Bjarni Jørgensen at fara av vøllinum. Eyðsæð var, at talan var um vøddaskaða, og hesin kann væl halda honum burtur frá fótbóltinum komandi tríggjar vikurnar.
Hartil er Arnhold Berg enn ikki komin heilt fyri seg eftir krossbandsskaðan, sum hann fekk tíðliga í ár. Enn tykist knæið vera nakað óstøðugt, og í vikuni skal hann aftur kannast av serfrøðingini, sum skal gera av, hvørt neyðugt verður við skurðviðgerð, ella um talan bara skal verða um enn meira venjingar.
Eisini er væntandi, at nakrir spælarar vera burturfrá, nú hondbólturin av álvara er byrjaður aftur. Í øllum førum tykist víst, at Sveinur Justinussen fer við StíF á venjingarlegu í Danmark. Pauli G. Hansen og Alexandur Johansen hava eisini verið fastir fúsir á hondbóltsliðnum, men tað er tó væl hugsandi, at teir kortini vera eftir á Skála, tá StÍF fer av landinum.
Og endaliga, so kann eisini nevnast, at Bárður Danielsen ikki longur er við í hópinum hjá Skála.