Viviann rindar fegin

Hóast fleiri av hennara starvsfeløgum í hárfríðkanaryrkinum eru ørg um kodapengarnar, hevur eigarin av Salong Viviann, Viviann Slyne, ikki stórvegis trupulleikar av kravinum frá Koda. -Verða kodapengarnir umsitnir rætt og fara til tey røttu fólkini, gjaldi eg fegin, tí pengarnir fara til eitt gott endamál, sum er at stuðla føroyskum tónleikarum, sigur Viviann Slyne

Seinasta árið hava fleiri hárfríðkanarstovur í høvuðsstaðnum verið í opnum stríði við felagsskapin Koda, sum umsitir upphavsrættindi hjá tónlistafólki. Koda hevur kravt av hárfríðkanarstovunum, at tær rinda kodapengar fyri at lata viðskiftafólk lurta eftir útvarpinum, meðan tey fáa hárið gjørt. Hetta krav hevur elvt til stóra misnøgd millum hárfríðkanarstovurnar.
Tað eru kortini ikki allar hárfríðkanarstovur í høvuðsstaðnum, sum halda at kravið frá Koda er órímuligt. Ein teirra er Viviann Slyne, sum eigur Salong Viviann. Seinastu fýrá árini hevur hon á hvørjum ári latið Koda 3000 krónur fyri at hava útvarpið standandi frá í salongini.

Stuðlar tónleikinum
Tað eru eftirhondini nøkur ár síðan, at Koda gjørdi Viviann Slyne greitt, at hon átti at rinda kodapengar fyri at hava útvarpið frá í salongini.
-Av tilvild klipti eg einum advokati um tað mundi, og eg bað tí hann kanna málið fyri meg. Hansara niðurstøða var, at lógin um upphavsrætt fevndi eisini um meg, og tí gjørdi eg av at gjalda alt fyri eitt, greiðir Viviann Slyne frá.
Hóast fleiri av hennara starvsfelagum í hárfríðkanaryrkinum eru ørg um kravið frá Koda, hevur Viviann ikki stórvegis trupulleikar av gjaldinum.
-Í lógini stendur greitt, at vit skulu rinda pengarnar, og tá er lítið at gera. Verða kodapengarnir umsitnir rætt og fara til tey røttu fólkini, gjaldi eg fegin, tí teir pengarnir fara til eitt gott endamál, sum er at stuðla føroyskum tónleikarum, ið frammanundan hava ring kor í Føroyum, vísir Viviann Slyne á.

Hugna um
Kjarnan í trætuni millum Koda og hárfríðkanarstovurnar í høvuðsstaðnum hevur verið, hvørt hárfríðkanarstovurnar nýta tónleikin í útvarpinum sum undirhald hjá viðskiftafólkunum ella um útvarpið stendur frá sum bakgrundsljóð, sum á flest øllum øðrum arbeiðsplássum í Føroyum.
Viviann Slyne er sannførd um, at tónleikurin, sum antin er at hoyra úr fløguspælaranum ella útvarpinum, fyrst og fremst verður spældur fyri at hugna um í hárfríðkanarstovunum, og tí skal tónleikurin bólkast sum undirhald hjá kundanum.

Gav skarvin yvir
Í Útvarpi Føroya kom í gjár undan kavi, at Hárfríðkanarfelagið hevur givið skarvin yvir í stríðnum móti Koda.
Seinasta árið hava tríggjar hárfríðkanarstovur í Havn fingið vitjan av umboðsmonnum hjá Koda, sum vildu hava tær at gjalda kodapengar fyri at lata viðskiftafólk lurta eftir Útvarpi Føroya. Allar tríggjar hildu, at kravið var órímuligt, men tvær teirra gjørdu kortini av at rinda pening til Koda.
Tann tríðja, Tóta Sørensen, sum eisini er forkvinns í Hárfríðkanarfelagnum, tvíhelt kortini um, at hon ikki ætlaði at rinda peningin, sum Koda kravdi. Tóta varð tí stevnd, og hon var til reiðar at fara í rættin fyri at halda upp á sítt. Eftir ætlan skuldi hon í rættin í morgin, men eftir ráðum frá sakførara sínum hevur hon gjørt av skarvin yvir, tí útlitini fyri at vinna sakarmálið vóru lítil og eingi.