Tað er umráðandi hjá Mette Frederiksen forsætisráðfrú at vitja í Grønlandi "skjótast gjørligt", eftir at nýggja landsstýrið varð skipað fríggjadagin.
Men sambært nývalda uttanríkisráðfrúuni í Grønlandi, Vivian Motzfeldt, gongur tað alt ov skjótt. Hon heldur ikki, at tað er "hóskandi", at danski forsætisráðharrin vitjar í Grønlandi mikudagin, áðrenn stjórnin alment er skipað.
- Ein ríkisleiðari kemur á vitjan fyri at hitta sín starvsbróður, og eingin almenn nýggj stjórn er enn.
- Tað verður ikki alment, fyrr enn tingið kemur saman og samtykkir tað. Hartil eru vit ikki komin enn, sigur Vivian Motzfeldt við Ritzau.
Heimsins uppmerksemi hevur verið miðvíst móti Grønlandi, eftir at USA vísti á ynski um at yvirtaka heimsins størstu oyggj.
Tað gekk ikki leingi, áðrenn landsstýrið varð skipað fríggjadagin, og Mette Frederiksen staðfesti dagin eftir, at hon skuldi vitja landið.
Javnaðarflokkurin er systurflokkur hjá stjórnarflokkinum Siumut, hvørs forkvinna er Vivian Motzfeldt, sum heldur, at vitjanin sendir skeiv signal. Hetta tí at nýggja stjórnin skal góðkennast av landstinginum, Inatsisartut.
Skal grønlendska stjórnin virka støðugt uttanlands, má niðurstøðan vera, at vitjanin hjá forsætisráðfrúuni bert kann fara fram, tá tingið er kallað saman, heldur hon.
Vivian Motzfeldt vísir á, at USA hevur fingið somu boð.
- Tað skal vera galdandi fyri øll lond. Tað hevur verið eitt ordiliga langt tíðarskeið, har vit kendu okkum sum um vit vóru heilt einsamøll.
- Eg haldi, at tað er sera greitt, at ein av virðing fyri stjórnini í einum landi, so bíðar ein sjálvsagt eftir, at alt verður alment, sigur hon.
Hon avsannar, at Danmark ella danska forsætisráðfrúan kunnu harmast av boðskapinum.
- Tað er einki at vera kedd av at virða eitt land, sum ikki hevur fingið stjórn uppá pláss enn. Tað sama segði hon sjálv í mun til USA, so tað er helst eisini galdandi fyri hana, sigur hon.
Í nývaldu stjórnini sita Demokraatit, Inuit Ataqatigiit, Siumut og Atassut. Teir fýra flokkarnir valdu at skipa eina breiða stjórn, og vístu á útlendskan áhuga fyri landinum.
/Ritzau/