Viva la republica banana Tórshavn

Rubek Lilaa

Nú má skil koma á! Undanfarna býráðssamgonga hevur ferð eftir ferð brotið byggisamtyktirnar og bygt, sum best ber til. Borgarin hevur staðið spurin, meðan bygningar hava stugið seg upp framman fyri stovuvindeyguni.
Skilaleysi byggipolitikkurin hevur ført við sær, at fólk hava sett búgv við skeivum fortreytum og tískil fingið sítt egna húsaviðrið lækkað.
At politiska leiðslan er farin fram við slíkum dikta-toriskum arbeiðslagi, er ógvuliga ??beklagiligt?? og hevur máa álitið undan kommunalpolitikkinum.
Tað er allneyðugt, at borgarin aftur fær álitið á politisku skipanina. Tí fari eg at arbeiða fyri politiskum reinføri og gjøgnumskygni í býráðsarbeiðinum. Borgarin eigur og skal hava at vita, hvat fyriferst í býráðinum. Politikarin skal tæna fólkinum við tign og ikki síni egnu reyv. Vel tí politiskt reinføri. Seti krossin við lista E, við meg.