Ein maður í Brússel greiðir frá, at hann stór sum negldur til jørðina, tá hann var vitni til, at ein illgerðarmaður brádliga fór at skjóta tveir sviar í belgiska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið.
– Eg sá mannin, sum gekk inn í bygningin beint her, sigur hann við fronsku tíðindastovuna AFP, sum var á gerningsstaðnum í Brússel.
Maðurin greiddi frá, at hann sá mannin skjóta. Onkur datt, sigur maðurin millum annað.
– Eg stóð sum runnin í stein. Eg var bangin fyri mínum egna lívi. Tað var, sum um eg var negldur til jørðina, sigur hann.
– Eg fekk ikki flutt meg. Ein maður skumpaði undir meg, so vaknaði eg.
/ritzau/