Vitni siga seg hava sæð Pidda fríggjadag

Tíðliga seinnapartin í dag eru nøkur vitni avhoyrd í Føroya Rætti, sum siga seg hava sæð Dánjal Petur Hansen, vanliga róptur Piddi, fríggjadagin hin 4. november í fjør.

Eitt av vitnunum sigur seg hava sæð hann hinumegin vegin við Teymavirkið fyrrapartin fríggjadagin á veg inneftir, og vitni siga seg hava sæð Pidda standandi niðanfyri handilin Brotið í Saltangará seint seinnapartin fríggjadagin.

Í triðja lagi sigur vitni seg eisini hava sæð Pidda beint við Colorama seinnapartin fríggjadagin, har hann stóð og bíðaði eftir at sleppa tvørtur um vegin.

Felags fyri vitnisfrásagnirnar, sum higartil eru givnar í Føroya Rætti eftir døgurðasteðgin í dag, er, at Piddi var í myrkum jakka, koti ella myrkamoyrreyðari troyggju, og helst var hann eisini í kowboybuksum.

Ymiskt er, hvat fólk hanga seg í, tá tey siga seg minnast, at hetta júst var fríggjadagin hin 4. november í fjør.

Í einum føri segði eitt vitni seg ikki hava fulla vissu fyri, at hetta var fríggjadag, tí tað kundi vera, at hetta var dagin fyri. Tó helt eisini hetta vitnið upp á, at dagurin helst var fríggjadagurin hin 4. november.

Í einum føri var viðkomandi saman við útlendsku konu síni á veg út á bygd at halda vikuskiftisfrí, og eitt vitni segði hetta vera nevnda fríggjadag, tí tað hevði viðkomandi, sum hevði keypt í Brotinum, kannað umvegis kvittanina á sínum visakorti.

Øll vitnini, sum vórðu avhoyrd millum klokkan 13 og 14.30 í dag, søgdu seg ikki ivast í, at tað var Piddi, tey høvdu sæð, tí tey kendu mannin so mikið væl.

Eftir steðgin fyri løtu síðan skuldu fleiri vitni avhoyrast, sum siga seg hava sæð hann seinni, enn drápsástøðið hjá ákæruvaldinum sigur.

Tað er verjin, Anfinnur V. Hansen, sum hevur avhoyrt hesi vitni tíðliga seinnapartin og ákærin, Linda Hesselberg, hevur eisini havt høvi at sett teimum spurningar.

Á myndini sæst handilin hjá Colorama í Saltangará, har fólk, sum hava vitnað seinnapartin, eisini siga seg hava sæð Dánjal Petur Hansen seinnapartin fríggjadagin hin 4. november í fjør.