Bergur Wardum
Í sambandi við, at Jógvan Páll Lassen advokatur hevur fingið Dan Klein blaðstjóra á Oyggjatíðindum dømdan at mortifisera úttalilsi hjá undir ritaða Bergi Wardum, skal verða gjørt vart við, at undirritaði hevur tikið vitnis ábyrgd av sínum úttalilsum og heldur fast við tey.
Við at hýsa úttalilsum hjá undirritaða, og við tað at fyrningarfreistin einans er hálvt ár, skal fyrningarfreistin fráfallast í nevndu málum.
Heitt verður á Jógvan Páll Lassen advokat og Joen H. Andreassen, fyrrverandi sorinskriva og løgtingsins umboðsmann, at reinsa seg ella at tvinga Dan Klein blaðstjóra á Oyggjatíðindum at uppfylla nevndu dómar við at stevna undirritaða, ið eigur úttalilsini, og við kravi um mortifikasjón fyri at fáa staðfest, um dómarnir kunnu uppfyllast, ella um rætturin eigur at afturkalla dómarnar.
Tað hevði verið meira virðiligt, um nevndu løgfrøðingar, Jógvan Páll Lassen og Joen H. Andreassen, eins og rætturin vístu virðing fyri § 77 í Grundlógini og § 10 í Mannarættindakonven tiónini, ið heimilar tali- og skrivifrælsi undir egnari ábyrgd, og lótu vera við at avrætta bakara fyri smið við dómum, ið einans kunnu uppfatast, við at okkurt skuldi verjast, ið ikki toldi dagsins ljós, ið er tað sama sum Berufsverboten!