Ja, vissuliga er øll góð og fullkomin gáva omanífrá. Tá eg lesi hesi undurfullu orð í Jákupsbrævi, renna dýrabar minni mær í huga.
Sum øllum kunnugt var álvarslig kreppa í landi okkara í nítiárunum. Landið skyldaði milliardir, og høvuðsvinna okkara, fiskivinnan, lá í andaleypi. Arbeiðsloysið var komið upp á 20 prosent, og landið átti ongar pengar. Harumframt vóru allir tríggir táverandi bankarnir farnir fallit.
Toskurin var nærum horvin á grunnum okkara, og bønarflokkar kring landið fóru at biðja til Harran um, at hann mátti lata fiskin svimja aftur á grunnarnar.
Mær lutaðist í eini 20 ár at vera limur í einum tílíkum bønarflokki, og rørandi var at hoyra, hvussu limirnir á hvørjum fundi kallaðu á Harran um at lata fiskin svimja aftur á grunnarnar.
Og vissuliga vóru bønirnar hoyrdar. Vissuliga var Harrin ikki smáligur við hjálpini, tá børn hansara róptu neyðarróp til hansara.
Toskurin, sum nærum ikki hevði verið at uppdríva frammanundan, byrjaði at svima inn aftur á grunnarnar – og tað var í slíkari mongd, at skipini nærum ikki fingu fiskað fyri toski. Toskurin var brádliga allastaðir.
Sum kunnugt er Harrin mentur at hjálpa langt út yvir tað, sum biðið verður um, og tað gjørdi hann eisini hesaferð. Føroyski búskapurin kom at hava viðrák innan øll øki, serstakliga hvat viðvíkti fiskaprísum, oljuprísum, rentu v. m. og við avlopum av løgtingsins fíggjarlógum upp á fleiri 100 millionir krónur.
Danski staturin yvirtók alla skuld landsins upp á góðar fýra milliardir krónur. Hesa skuld skuldi landskassin gjalda aftur við einum 20 ára annuitetsláni upp á fimm prosent í rentu. Árligi annuiteturin var góðar 300 milliónir krónur. Eisini fingu føroyingar útgoldið 900 milliónir krónur, sum viðvíkti uppgerðum við keypi av Føroya Banka.
Tá ið Harrin hjálpir, hjálpir hann til fulnar, og eg ivist onga løtu í, at hann serstakliga hugsaði um fólkið, tey gomlu, tey veiku, tey sjúku, tey einsamøllu, einkjur og faðirleys eins og øll, ið standa á skuggasíðu lívsins.
Og her tyktist vera nóg mikið av peningi, serstakliga so heilsuverkið, almannaverkið eins og mentamálaverkið kundu verða lívgað við tørvandi fíggjarligari styrkisveiting.
Sum kunnugt er land okkara partur av danska ríkinum, og umframt alt tað góða, vit njóta av hesum felagsskapi, so fingu vit um aldarskiftið eina heildarveiting úr ríkinum upp á umleið 1,3 milliardir krónur árliga.
Ein trivaligur partur av hesi peningaupphædd var ætlaður heilsuverkinum, almannaverkinum og mentamálavertkinum, og hesin peningur var av sonnum ein góð og fullkomin gáva omanífrá.
Fólkið í landinum var farið at trúgva upp á eina bjarta og vónríka framtíð. Men so skuldi ikki vera. Tíverri!
Meðan fólkið var í djúpari tøkk til Harran fyri bønarhoyring og bønarsvar, so valdu fýra fullveldisflokkar á tingi at skerja blokkin við 366 milliónum krónum árliga frá 1. januar 2002 og út í ókomna framtíð. Fylgjurnar av hesi fullveldissatykt kom at vera, at heilsuverkið, almannaverkið og mentamálaverkið komu at hava nógv minni av peningi at arbeiða við.
Eg havi ongantíð skilt og fari ongantíð at skilja, hví fullveldismenn vóru so ágrýtnir at minka um peningin, sum heilsuverkið, almannaverkið og mentamálaverkið høvdu at arbeiða við.
Loysnuarorðið hjá fullveldismonnum er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, men teir skulu eisini liva, ella hvat?









