Vitjanin skapt størri virðing fyri Føroyum

- Eg haldi, at Maria Danamaki nú - í størri mun enn áður - metir Føroyar sum ein javnbjóðis part í spurninginum um makrelin, sigur Jacob Vestergaard eftir døgurðan í Kirkjubø í kvøld.

in.fo hevur júst skift orð við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum er vertur fyri vitjanini hjá ES-kommiserinum Mariu Danamaki í Føroyum.

 

- Døgurðin er liðugur, og vit hava júst sett kommiserin av á Hotel Føroyum.

 

Jacob Vestergaard sigur, at tað var góður stemningur í Kirkjubø í kvøld, og bæði hann sum vertur og kommiserurin sum gestur søgdu nøkur orð við borðið.

 

- Vit fingu vælsmakkandi føroyskt lambskjøt frá kirkjubøbóndanum, Jóannesi Paturssyni, sum eisini greiddi frá søguni á staðnum.

 

Saman við Jacobi til borðs, var eisini løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen og løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, umframt embætisfólk.

 

- Saman við sær í Føroyum hevur Maria Danamaki eisini sín kabinettskrivara og samráðingarleiðaran.

 

Jacob Vestergaard sigur, at lagið í Kirkjubø var gott, og hann heldur, at Maria Danamaki á stuttu Føroyavitjanini longu hevur fingið eitt gott og positivt inntrykk av fólkinum og føroyska samfelagnum.

 

- Tað er ein tíð síðan, at eg bjóðaði kommiserinum til Føroya at vitja, og avgerðin varð tikin, tí eg helt, at tað kundi verið gagnligt at tosa saman í einum góðum tóna, sum hann tekur til.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at eingin ivi er um, at tað serliga er makrelurin, sum Maria Danamaki og hennara fólk ógvuliga fegin vilja hava eina felags avtalu um.

 

- Sjálvandi hevur kommiserurin heimildir innan ávísar rammur, nú hon er her í Føroyum, men hon hevur samstundis nógvar partar at fyrihalda seg til.

 

Sjálvur heldur Jacob Vestergaard, at samskiftið millum partarnar nú er nógv meira konstruktivt, enn tað áður hevur verið, meðan stríðið hevur valdað, og hann ivast onga løtu í, at vitjanin hjá kommiserinum í so máta hálar í rætta endan.

 

- Jú, eg haldi, at Maria Danamaki nú - í størri mun enn áður - metir Føroyar sum ein javnbjóðis part í spurninginum um makrelin, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum eftir døgurðan í Kirkjubø í kvøld.