Vitjanin hjá drotningini byrjar á Drelnesi

Fyrsta almenna tiltakið hjá hennara hátign Margretu drotning verður á Drelnesi mánamorgunin klokkan 9.

 

Klokkan 16 kom Margreta drotning og fylgi hennara í Vágar við flogfari hjá donsku verjuni. Har tóku Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður, ímóti.

 

Av flogvøllinum fór drotningin og fylgi hennara beinleiðis umborð á kongaskipið Dannebrog, sum kom á Kollafjørð leygardagin.

 

Almenna vitjanin hjá drotningini byrjar í Suðuroy mánamorgunin.

 

Klokkan 9 verða danska verjuskipið Triton og føroyska verjuskipið Brimil við í kongaliga fylginum undir leiðslu av skipsovastanum, áðrenn komið verður inn á Drelnes á Tvøroyri.

 

Triton fer tá at gera kongsheilsan við 27 skotum.

 

Føroyskir róðrarbátar og M/S Thorshavn fylgja kongaskipinum Dannebrog, tá ið skipið kemur inn á Drelnes.

 

Klokkan 9:15 leggur Dannebrog at á Drelnesi við mentanarhúsið SALT, har drotningin fer í land.

 

Á Drelnesi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og frú Katrin D. Apol, Dan M. Knudsen, ríkisumboð, Kristin Michelsen, borgarstjóri, og frú Joan Michelsen og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjó́ri, at taka ímóti.

 

Løgmaður fer at halda eina stutta vælkomurøðu og rópar níggju ferðir hurrá fyri drotningini. Síðani fer Haldis Michelsen at handa drotningini blómutyssi. Eftir tað spælir Tvøroyrar hornorkestur undir leiðslu av Tróndi Enni »Kong Christian« og »Tú alfagra land mítt«.

 

Á ferðini í Føroyum hesaferð vitjar Margretha Drotning á Tvøroyri, Hovi, Hvalba, Sandvík, Tórshavn og á Sandi.

 

Margretha Drotning fer av landinum aftur hósdagin 16. juni.

 

Skráin fyri vitjanina sæst VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Niðanfyri ber til at síggja fleiri myndir, sum Sigmar Mørkøre tók av drotningini, tá hon kom í Vágar sunnudagin klokkan 16: