Vitjan snýr seg um
...eina innrás á jørðina úr rúmdini. Nakrir russiskir rúmdargranskarar fáa eyga á eitt ovurstórt rúmdarskip, sum hevur beina kós móti jørðini. Teir gera vart við tað hjá landsins leiðslu, og tað stóra apparatið fer í gongd. Sama hendir í USA, og øll eru forvitin at vita, hvørji ørindini hjá rúmdarfarinum eru, men tað vísir seg, at trupult er at koma í samband við rúmdarskipi, og enn truplari at finna útav, um tað er mannað, og um so er: við hvørjum, hvussu síggja rúmdarverurnar út, og hvat í allari víðu verð vilja tey?
Ein Einar Tambarskelvir, og hann eitur Dagfinnur Kárason
Tað vísir seg skjótt, at av rúmdarskipinum er bert áhugi fyri teldusamskifti, og tað skal bara vera við ein einasta persón, - nevniliga ein serskølt, sum er fluttur úr Havn til Mykinesar. Hann hevur førleikan, veit snildir, noyðist at hava dirvi og dugir at handfara vápn, gerst tað neyðugt. Teldan er Tambar hansara, og ikki alt ríkið, men øll verðin endar við at liggja í hansara hondum...
Dagfinnur Kárason er ein gátuførur persónur; eingin veit nakað serligt um hann, hvat hann ger, og hvørjum hann livir, men peningur tykist ikki tróta, tí hann hevur bøtt um skúlaviðurskiftini í Mykinesi við at lata teimum nútímans teldur. Hann er stórtøkin, men bydarfólkini skilja á øllum brøgdum, at hann vil hava frið, og tað fær hann. Ein nørdutur maður við aspergaralyndi er hin útvaldi, og tann bitan mugu mætu forsetar, forsetisráðharrar og aðrir ráðgevar góðtaka. Dagfinnur verður skræddur í einbýlistilveru síni í Mykinesi til Washington at samstarva við miðlavond prátingarsom fólk. Hann er kiksaður, men tendrar okkurt serligt í næsta ráðgeva forsetans, og í felag leggja tey ráð, hvussu tey skulu greiða fløkjuna við rúmdarverunum, men tey geva sær eisini stundir at leggja saman ástir.
Science fiction-krimi, - forherðað skemt
Søgan fer fram í tíðarbilinum 2018-2022, og tøknin og vísindini eru ikki so ólík okkara, tó at okkurt er vorðið framkomnari enn nú á døgum. USA hevur fingið kvinnuligan forseta, sum er av jødiskari ætt. Persónar og umhvørvi eru realistiskt lýst, men science fiction-drøgini bróta tað realistiska, tá rúmdarhylki verða send niður á jørdina í eitt nú njósnarørindum. Teldutøknin hjá rúmdarverunum er so mikið framkomin, at hon er intelligent og lagar seg at umstøðum og lesur mannabrøgd. Hesum finnur Dagfinnur útav og má lumpa og lúgva við hygni og hegni. Tað er ikki sørt skemtiligt og forherðað at hava Føroyar sum miðdepil fyri staðseting og lata høvuðspersónin vera ein hálvkiksaðan styggan føroying úti Mykinesi. So ótrúligt sum tað er, bilar tað ikki, tí tá ein kann góðtaka njósnarhylki úr rúmdini og teldusamskifti við intelligenta teldu á rúmdarfari, so er ein merkiligur maður í Mykinesi við førleikum at greiða heimsins trupulleikar ikki ótrúligari enn tað sama. At hesin løgni stavnur so skorar eina steik, sum nógvir hava roynt eftir, og sum er millum fremstu ráðgevar hjá amerikanska forsetanum, er bæði snedigt og stuttligt.
Heitið Vitjan...
Er forvitnisligt og væl funnið uppá, tí vitjandi plaga at fara heim aftur, og vanliga eru vitjandi fólkalig og taka ímóti tí gestablídni, ið verður veitt, men tað er júst tað, ið ger jarðarbúgvarnar so óttafullar, tí teir vita EINKI um hesi vitjandi. Tað veit lesarin heldur ikki, fyrr enn hann hevur lisið bókina. Ger so væl!
MYND AV PERMUNI