TÍÐINDASKRIV
Tað er Randi Meitil, ferðaleiðari, sum hevur rætt fyrispurning til fornminnissavnið. Fólk frá Heimavirkisfelagnum gera savnið livandi. Onkur er í roykstovuni í Hoyvíksgarði, onkur í smiðjuni og onkur í Hoyggjhúsinum.
Tey vitjandi fáa eina rundvísing í útisavninum og vitja bátasmíðið á Fjósloftinum. Sýnt verður fram, hvussu snøristól verða nýtt, næmingar úr Náttúruskúlanum í Roskilde hjálpa til, og harafturat verður pílaflætting á skránni.
Hetta tiltakið er ikki opið fyri almenninginum.










