<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Føroyingar í Danmark fáa vitjan av enskum føroyavini, tað er Don Hinchcliffe, sum vitjar føroyingar har í døgunum 2. – 12. mars.
Don er føddur og uppvaksin í býnum Sheffield í Onglandi, sum liggur einar 40 km. í ein sunnan- eystan úr Manchester. Don hevur nógvar vinir og kenningar í Føroyum, sum hann hevur fingið ígjøgnum sínar mongu vitjanir her. Hann vitjaði í Føroyum á hvørjum ári ígjøgnum øll sekstiárini. Seinastu mongu árini hava vitjaninar tó ikki verið so nógvar sum fyrr, men nakrar hava tær kortini verið, t.d. var hann í Føroyum bæði í fjørð og árið fyri, tá hann vitjaði fleiri samkomur.
Tað var undir vitjanini í fjør, at undirritaði bjóðaði honum at koma til Danmarkar í mars mánað. Hann hevur ikki vitjað nógv í Danmark, og tí hevur hann verið sera spentur til hesa vitjan, sum tó ikki verður millum danskarar, men millum føroyskar útisetar, sum hann gleðir seg til at sleppa at møta.
Hansara fyrsta samband við føroyingar og Føroyar, var á bíbliuskúlanum Moorlands Bible College í Suður Onglandi. Har var hann lesandi saman við Brynleifi Hansen, sála, og Zacharias Zachariassen frá 1959 til 1961, og tað var Zacharias, sum bjóðaði skúlafelaga sínum við til Føroyar á fyrsta sinni í 1961. Don hevur síðani tá havt nógvar trúfastar vinir í Føroyum. Eini hjún, sum Don minnist við serligum takksemi er tónleikasmiðjurin Jens Guttesen, sáli, og kona hansara Pavla, sála. Tey bæði, tosar Don mangan um við nógvum góðum og ríkum minnum. Hann búði sum oftast hjá teimum í hugnaliga heimi teirra í Torfinsgøtu 19 í Havn, tá hann vitjaði í Føroyum.
Í 1984 stovnaði hann, saman við øðrum, ein bíbliuskúla í býnum Malton, sum liggur tætt við kenda býin York. Skúlin fekk navnið St.Andrew´s. Don var leiðari á skúlanum inntil avgerð varð tikin at steingja skúlan uml. 12 ár seinni. Nógvir føroyingar hava lisið á St.Andrew´s og hava verið sera glaðir fyri tíðina har.
Don hevur virkað sum ferðandi evangelistur og bíbliulærari um alt Stóra Bretland í úti við fimti ár. Hann ferðast eisini nógv í øðrum londum. Hann talar ikki einans fyri vaksnum, men hann er eisini ein frálíkur barnaevangelistur. Hann hevði nógv barnamøtir í Føroyum tey fyrstu árini, hann vitjaði her, og hann dugdi serliga væl at koma í samband við børnini. Hann plagdi at siga við tey, at <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$”tá tit nú fara heim, so skulu tit biðja mammu tykkara vísa tykkum ein borðknív, tí tað er heilt vist, at tað stendur á knívinum: ”Made in Sheffield,” og rætt var, tí øll høvdu kannað borðknívarnar heima hjá mammu, og har stóð so sanniliga Sheffield, og tá so børnini møttu upp dagin eftir til barnamøti, so segði hann teimum, at tað var í hesum býnum í Onglandi hann búði. Tá vitsti hvørt smábarn í brøðrasamkomunum í Føroyum hvar borðknívarnir og Don Hinshcliffe komu frá.
Don er eyðkendur við einum glaðum og løttum og positivum sinni, og hetta er eisini nakað, sum skýnur ígjøgnum, tá hann talar og undirvísir í Guds orði. Tá ein er saman við honum ella hoyrir og sær hann á talarastólinum, hugsar ein ikki, at hann er farin um tey sjeyti, men tað er hann, og hóast farin um tey sjeyti kemur hann at ferðast víða í Danmark og tala á nógvum møtum: Kristnastovu, Malta, Odense, Aalborg, Esbjerg, Sønderborg og Vejle.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Ferðaætlanin hjá Don Hinchcliffe sær soleiðis út: Kemur til Keypmannahavnar fríggjadagin 2. mars. har hann talar í Kristnastovu um kvøldið kl.20. Leygarmorgunin, 3. mars, verður farið úr Keypmannhavn norður til Malta, men ætlanin er at steðga á í Odense, har føroysk stevna er fyri føroyskar útisetar. Stevnan byrjar kl.12.00 á Kratholmskolen, Byghøjvej 27-29 Odense SV. Har kemur Don at hava eitt stutt orð. Undirritaði kundi hugsa sær at heitt á hann at sagt nøkur orð um samkomurnar fyrr og í dag sæð við gestsins eyga. Leygarkvøldið 3. mars verður føroyskt møti í Betaniakirkjuni í Aalborg kl.19.00 Dag Hammerskjøldsgade 2. har Don kemur at tala. Hann kemur at gista á Malta í døgunum 3 – 8 mars. Sunnudagin, 4. mars, kemur hann at tala á báðum møtunum á Malta, á morgunmøtinum kl.11 og á evangeliska møtinum kl.18. Mikukvøldið 7. mars kemur hann at tala á bønar- og uppbyggingarmøtinum á Malta kl.20.
Síðani koma vit til vikuskiftið, 9 – 11 mars, tá vit fara okkara mánaðarliga túr suður á land, og tá verður Don við okkum til øll møtini: Fríggjakvøldið 9. mars kl.19.30 í Mølleparken í Esbjerg, Spangsbjerg Møllevej 16 c, leygarkvøldið 10. mars kl.19 í Skolehjemmet í Sønderborg, Sønderlandevej 28, sunnumorgunin 11. mars kl.10.00 breyðbróting í Sønderborg á somu adressu.
Sunnudagin 11. mars kl. 17 er evangeliskur fundur í Vejle, Staldgårdsgade 4 í hølunum hjá frelsunarherinum. Kl.16, ein tíma áðrenn tað evangeliska møtið, er breyðbróting í Vejle á somu adressu.
Don kemur at tala á enskum, og tað verður tolkað til føroyskt. Vit bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til øll hesi møtir. Aftaná hvørt møti verður bjóða til ein drekkamunn, har gott høvi altið er til eitt gott og hugnaligt prát. Mánamorgunin 12. mars er ferðin í Danmark liðug, og hann ferð aftur til Onglands henda sama morgunin, vónandi aftaná eina góða og signingarríka vitjan í millum føroyingar í Danmark. Sigið øðrum frá um hesi møtir, og biðið fyri møtunum.
Um onkur vil vita meiri um møtini, kann ein ringja til Malta á tlf. 98944370 ella +298 228314
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$poul jóhan djurhuus
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$gjaranes@post.olivant.fo
_______________________________