Vitjan av 8. flokkum úr Vágs skúla

Í gjár 16. november fekk Sosialurin vitjan av tveimun 8. flokkum í Vágs skúla. Tey eru komin til Havnar at royna ymiskt. M.a. eru tey komin at hyggja eftur Ronju Ránsmannadóttir og eftur Miðlahúsinum
 

Sosialurin fekk í gjár vitjan av tveimun 8. flokkum úr Vági. Tey eru 37 næmingar og 3 lærarar. Vit settu teimun nakrar spurningar, m.a. hví tey hava valt at koma hagar, og hvat tey ætla at nýta tíðina til. Tey søgdu okkum frá, at tey vildu royna nýggja smyril, síggja sjónleikin Ronju Ránsmannadóttir og vitja Miðlahúsið í Vágsbotni. Teimun dáma sera væl at vera her í Havn.
 
Smyril rullar ikki
Eisini prátaðu vit við tey um nýggja smyril, teimun dámar hann væl, tey kjakaðust eitt sindur, men vóru at enda samd um at skipið er sera gott. Smyril rullar ikki. men tó fekk onkur sjóðverk av fiskaluktinum. 
 
Vóru í Hetlani og Orknoyggjunum í summar
Flokkarnir hava eisini verið og ferðast í Hetlandi og Orknoyggjunum. Tey fóru avstað 12. mai, og vóru heima aftur 22. mai. Í Hetlandi koyrdu tey við bussi, handlaðu í Lervig, búðu á vallarheimi. Í Orkunoyggjunum koyrdu tey eisni við bussi, bowlaðu, svumu og búðu á vallaraheimi. Serliga løgdu tey merki til at lógurnar eru strangari enn í Føroyum, tú hevur t.d. ikki loyvi at roykja, um tú ert undir 18. Ein genta roykti, og har komu so beinanvegin fólk og tóku sigarettinar frá henni. Eisini komu tey út fyri, at man ikki hevur loyvi at taka sól, fyrr enn man er 16, og um ein skal taka sól, skal eitt skjal fyllast út, um navn, bústað, føðingardag o.a. Onkur slapp tó inn kortini, siga tey við einum smíli. Tey vóru øll samd um, at Hetland ikki er eitt land, ið er líka nýmótans sum Føroyar.
Har vóru bæði úti- og innandura svimjihyljar - eitt flott baðiland. At enda siga tey, at alt í alt var tað ein sera góður túrur.
 
Myndatekstur:
8 a. og 8 b. í Vágs skúla saman við lærarum vitjaðu í Miðlahúsinum seinasta Mikudagur
Mynd: Jens Kristian Vangx