Vitja virki og feløg

Granskingarætlanin fyri økismenning er farin undir sítt virksemi

Í vikuni vitjaðu fólk frá Granskingarætlanini virki og feløg í norðoyggjum.

Tað er kanadiumaðurin Richard Apostle, sum skal verða leiðari fyri granskingini.

Granskingarætlanin fer at halda til í gomlu politistøðini í Klaksvík, sum farnu vikurnar hevur verið umvæld. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum hevur keypt og goldð fyri umvælingarnar av gomlu politistøðini.