Vitja Sjósavnið um halguna

Føroya Sjósavn á Argjum er opið frá kl. 14.00 - 18.00 bæði leygardagin, sunnudagin og mánadagin í páskavikuni. Føroya sjósavn heldur til í gamla íshúsinum á Argjum. Savnið er eitt stað, har millum annað skúlaflokkar, barnagarðsflokkar og aðrir bólkar kunnu koma á vitjan, eins og almenninginum kunnu vitja savnið. Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul hjá savninum.

Annan páskadag verða vinnararnir frá Heystfagnaðinum og Uppgávukappingini funnir, og vinningarnir verða handaðir.

Á sjósavninum eru altíð millum 30 og 40 ymisk fiskasløg í framsýningini. Øll fiskasløgini eru fingin í Føroyskum sjógvi. Millum annað finnur tú tvey hávasløg: tann vanligi hávurin (Squalus acanthias), ið er ein tann vanligasti hávurin í heiminum. Hann blívur ikki størri enn ein góðan metur, og er tí vælegnaður at hava í fiskabúri. Hitt hávaslagið er tann smáblettuti reyðhávurin (Scyliorhinus caniculus). Hesin hávurin gerst heldur ikki stórur, og er tí eisini vælegnaður til smærri sjósøvn. Á savninum eru eisini tvey skøtusløg, sum eru nærskildar við hávarnar. Sjálvandi eru eisin fleiri toskafiskar, so sum vanligur toskur (Gadus Morhua), hýsa (Melanogrammus aeglefinus), upsi (Pollachius virens), longa (Molva molva) og brosma (Brosme brosme).

Lívið í fjøruni

Á sjósavninum eru eisini nógv sløg av ryggleysum dýrum, krabbadýrum, lindýrum og tindadýrum. Av teimum stóru krabunum við tíggju beinum eru vanligur fjørukrabbi, lúsakrabbi, gággukrabbi, trøllakrabbi, taskukrabbi og reyðkrabbi. Eisini finna vit krossfiskin, sjósólina og slangustjørnur.