Vitja oyggjasamfeløg við Juvel II

Fimtan føroyingar eru í hesum døgum á trúboðaraferð í Hebridunum, Orknoyggjunum og Hetlandi.

Mikudagin í síðstu viku sigldi trúboðaraskipið Juvel II úr Havnini við kós suðureftir á árligu trúboðaraferðini til grannalondini. 


Flestu føroyingar munnu kenna skipið sum føroyska trúboðaraskipið, ið siglir framvið grønlendsku strondina hvørt summar. Tað er tó vorði siðvenja síðstu árini, at felagsskapurin Atlantic Mission hevur lánt skipið til trúboðaraferðir í grannalondunum áðrenn tað fer Grønlands.


Í fjør varð vitjað í Íslandi fyri fyrstu ferð, meðan ferðin í ár er sett móti kendari støðum. Á ferðini hesaferð verður vitjað í Hebridunum, Orknoyggjunum og Hetlandi. Trý oyggjasamfeløg, ið skipið áður hevur vitjað.


- Vit fóru úr Føroyum 20. apríl, og longu eitt gott samdøgur seinni, hóskvøldið 21. apríl, vóru vit í Stornoway í Hebridunum, greiðir Poul Johan Djurhuus, ein av stigtakarunum til ferðina frá í samrøðu við in.fo.


Fimtan føroyingar eru við á ferðini, og hava tey higartil verið væl móttikin har tey hava vitjað.


- Í Hebridunum høvdu vit fleiri møtir og bíbliutímar leygardagin, har vit gingu gjøgnum Filippibrævið. Møtini og bíbliutímarnir vóru væl vitjað, serliga sunnukvøldið, tá tað var fullur salur, sigur Poul Johan Djurhuus.


Mánakvøldið varð kósin sett móti Stromness í Hebridunum, men ferðin gekk ikki júst sum ætlað.


- Eftir ætlan skuldi túrurin taka tólv tímar, men vit brúktu 24 tímar, tí tað var nógvur vindur ímóti og skipið rullaði illa. Men vit komu fram í øllum góðum um 22 tíðina týskvøldið, sigur Poul Johan Djurhuus, og leggur afturat.


- Nú liggja vit her í góðum veðrið, og vera her líka til mánakvøldið ella týsmorgunin. Vit hava eina fulla skrá, meðan vit eru her við fleiri møtum í ymiskum samkomum.


Vitjanin hjá føroyingunum hevur vakt ans í lítla oyggjasamfelagnum, og hava bæði lokala útvarpið og blaðið vitjað umborð og tosað við manningina.


Fyrst í næstu viku verður kósin sett móti Lerwick í Hetlandi.


- Har vera vit vikuna út og hava eina skrá við møtum, bíbliutímum og barnamøtum. Ætlanin er at vera aftur í Føroyum 11. mai.