Menningarhjálp Uttanríkisráðið stuðlaði fyrr í ár felgsskapinum VestKenyas Venner við góðum 30.000 krónum, og tað er ein heilt serlig menningarætlan við endamálinum at basa útbreiðsluni av HIV og AIDS. Amboðini eru ein fótbóltsskúli, sjónleikur, drama og gykl. Í 2007 stuðlaðu Føroyar eisini hesi ætlan, men tá við eini minni upphædd. At Føroyar stuðla hesi verkætlan er Olufi Mortensen í Havn fyri at takka. Venjarin ringdi Oluf Mortensen var í sínari tíð á fótbóltslandsliðnum, og líka síðan 1988 hevur hann havt samband við danska venjaran, sum hann hevði tá.
- Ein dag ringdi hesin venjarin og segði, at hann hevði brúk fyri mær. Hann vildi hava meg við sum fótbóltsvenjara til Kenya, sigur Oluf Mortensen. Hann fekk bara eina løtu at hugsa seg um og tók av. Maðurin arbeiðir fyri DBU og hevur eisini havt fótbóltsskúlar aðrastaðni, í Norðurlondum og í Gana. Hansara royndir vóru, at gjøgnum spæl ber væl til at fáa børn og ung í talu. Oluf Mortesen fekk Uttanríkisráðið at stuðla, og hann fór so saman við nøkrum dønum niður til fátækrabygdina Asembo, har fyrsti fótbóltsskúlin var í økinum Kisumu í Vesturkenya, beint við Viktoriasjógvin. Skúlin var fyri átta bygdir. Neyð og vesaldómur Ongastaðni í heiminum er so nógv slumm sum í Nairobi í Kenya. Umleið 900.000 fólk búgva í slumminum har. Í Kenya eru nógv foreldraleys børn, sum ganga fyri vág og vind, tí foreldrini eru deyð av AIDS. Útbreiðslan av HIV/AIDS og av malaria er stór.
- Eins og í øllum øðrum londum eru nógv børn upptikin av fótbólti, og málið við fótbóltsskúlanum er at læra tey skipað fótbóltsspæl og harvið eitt skipað lív, sigur Oluf Mortensen, sum gongur við lív og sál upp í hesa menningarætlan. Øll tíma tó ikki fótbólt og fyri at náa tey børnini vóru onnur fólk við og undirvístu í drama, sjónleiki, rørslu og akrobatikki. Skipaðir dagar - Tað ræður um at fáa tey at hugsa meira klárt og soleiðis at kunna taka ímóti upplýsing um AIDS, og hvussu sjúkan kann fyribyrgjast. Oluf Mortensen var sjálvur triði við sum fótbóltsvenjari, og teir fingu so tveir ungar lærarar úr hvørji bygd aftrat sær sum hjálparvenjarar, og teir skulu so vera venjarar, tá ið skúlin er av. Gularótin hjá teimum er, at tveir teir bestu næsta ár sleppa til Danmarkar á venjingarskeið í ein mánað. Hetta verður gjørt fyri at eggja teimum til at leggja nógva orku í arbeiðið. Onnur fólk tóku sær av sjónleikinum, gyklinum og øllum tí. Tað er ógvuliga fátækslig har á leiðini. Eingin streymveiting, og einki vatn heldur. Oluf Mortensen og hinir fótbóltsvenjararnir komu við brúktum búnum, fótbóltsskóm og bóltum til børnini. Frammanundan kendu kenyansku børnini bara til at sparka skóleys við bóltum, sum tey sjálv høvdu gjørt.
Skúlin var strangur, og venjararnir góðtóku ikki, at summi komu dreivandi langt eftir ásetta tíð um morgunin. Hetta var fyri at læra tey at hava skipaðar dagar. Sama var galdandi fyri hjálparvenjararnar, sum skulu vera fyrimyndir hjá børnunum. Tá kvøldið kemur Skúlin vardi í seks dagar og øll tiltøkini endaði við Kenya-Open. Tá vórðu foreldur og onnur boðin við at síggja børnini spæla fótbólt og framføra. - Tað eydnaðist ótrúliga væl, og tí var einki at ivast í, at tiltakið skuldi endurtakast, sigur Oluf Mortensen. Tey spældu á ymisk ljóðføri, og Oluf Mortensen tók gittaran og sang “Tá kvøldið kemur” fyri stóru fjøldini, ið komin var til tiltakið. Ein útlendskur hjálparfelagsskapur kann ikki bara fara til Kenya við eini slíkari verkætlan.
Ætlanin mátti fyrst góðkennast av einum ráði í bygdini, og fundur var tí fyrst við tey. Í hesum ráð sótu bara eldri menn, og teir fingu sum ráð at velja yngri fólk í hetta ráðið fyri lættari at koma í talu við børn og ung fólk og upplýsa tey um vandan fyri smittu. - Vit tosaðu eisini við tey um, at tað er ikki skilagott at fáa seks til átta børn, tá ið tey ikki hava ráð at forsyrgja fleiri enn tveimum. Alt gekk væl við at fáa viðurkenning fyri ætlanini. Í apríl í ár fór Oluf Mortensen aftur til Kenja, og hesa ferð fóru tey tvey fólk fleiri úr Danmark. Ger stóran mun - Tað var hent nógv, síðan vit vóru har tvey ár frammanundan, og hetta segði okkum, hvussu gagnligt slíkt arbeiði er, sigur Oluf Mortensen. Stuðulin úr Føroyum í ár fór m.a. til at keypa uppvørpu, hátalarar o.a., alt drigvið við agregati, tí streymveiting er eingin. Hendan útgerð er neyðug í upplýsingararbeiðnum fyri at basa sjúkuni.
Felagsskapurin VestKenyas Venner ger eitt stórt arbeiði í Danmark til frama fyri fótbóltsskúlan og hini tiltøkini í Vesturkenya. Tey hava havt skúlarenning í Danmark, og felagsskapurin teknar limir, sum gjalda limagjald. Aftur fyri kunnu limirnir fara til økið og gista í smáttum, sum gjørdar eru til gestir. Hjálp til sjálvhjálp Oluf Mortensen dámar væl henda mátan at veita menningarhjálpt.
- Vit koma ikki við einum bunka av peningaseðlum. Í staðin royna vit at læra tey at liva meira skipað og at fyribyrgja seg móti HIV-smittu. Tá ið fótbóltsskúlin og hini tiltøkini vóru av, hildu fyriskipararnir frí í nakrar dagar eftir seks harðar dagar við arbeiði frá morgni til myrkurs. Ansa væl eftir ommuni Ein av teimum døgunum fekk Oluf Mortensen høvi at fara at vitja ommu Barack Obama, sum búði 30 minuttir at koyra frá bygdini, har fótbóltsskúlin var. Omman eitur Sara Obama og er mamma pápa Barack Obama. Gestirnir skuldu gjøgnum nógv trygdarlið fyri at sleppa at vitja. Eina ferð hevur verið innbrot hjá ommuni, og tí ansa bæði vaktir og politistar væl eftir 24 tímar um samdøgrið.
- Vit skuldu vísa pass og vera væl klødd. Eg var møttur i ov stuttum sjorsum og noyddist tí at skifta, sigur Oluf Mortensen. Tey vórðu víst inn í ein urtagarð niðan fyri hús hennara, og har skuldu tey bíða. Hús hennara vóru ein smátta, sum landsmyndugleikarnir hava bygt uppí fyri hana. Streymveiting var til hennra hús, men vatn hevði omman ikki. Í mun til hini var hon væl fyri, men hon hevði valt at liva sum hini. Ein blíð omma
- Tá ið vit høvdu bíðað í okkurt um ein hálvan tíma, kom ein prúð kona í nýmótans sandalum raggandi omaeftir. Henda 86 ára gamla konan kom smílandi og setti seg niður. Mamma Sarah fortaldi á sínum máli, og ferðaleiðarin umsetti. Hon skilti tó enskt, sigur Oluf Mortensen. Fyri hann var tað ógvuliga rørandi at hoyra ommuna greiða frá sambandinum við ommusonin, sum nú er forseti í USA. Barack Obama hevur fleiri ferðir búð hjá ommuni í Kenja, og tey bæði standa hvør øðrum nær. Omman fortaldi, at Barack Obama longu sum smádrongur setti sær fyri at blíva til nakað. Hann hevur veruliga stríðst, segði tann erna omman. Oluf Mortensen fekk eisini høvi til at seta seg hjá ommuni, tosa um fótbóltsskúlan, sum hon visti um, og siga, hvaðani hann kom. Hann fortaldi henni, hvussu vakrar Føroyar vóru, og hon svaraði:
- It must be at very pretty place. Sama dag sum tey vitjaðu ommuna, hevði hon tosað í telefon við ommusonin í Hvítu húsunum. - Henda løtan var fyri meg nógv størri enn at hava tikið í hondina á Bill Clinton og øðrum mætum fólk, sigur Oluf Mortensen. Fastir Barack Obama fingu tey eisini høvi at heilsa uppá. Hon er sjálv við í eini aðrari verkætlan, sum er ein kvinnurørsla, ið somuleiðis arbeiðir við at upplýsa um fyribyrging móti AIDS.
Gera meira
- Eg ætli mær avstað aftur, tí tað var so stór uppliving. Eingin, sum ikki hevur verið har, kann ímynda sær, hvussu illa stendur til. Mangan bæði grótu og flentu vit at vánaligu umstøðunum, sigur Oluf Mortensen. Hann leggur aftrat, at VestKenyas Venner heldur fram við at víðka verkætanina. Roynt verður at fáa fótbólt inn á timatalvurnar í skúlanum og at undirvísa kvinnum i reinføri. Oluf Mortensen er fegin um stuðulin, sum Uttanríkisráðið hevur veitt, og hann rósar fulltrúanum Barbaru á Tjaldafløtti fyri góðan samstarvsvilja.