Føroyar hava óivað heimsins bestu rávørur, og tær kunnu brúkast at draga fremmandafólk til Føroya á upplivingarferð, at eta góðan mat og fara út í náttúruna.
Hetta sjónarmið hava Elsa Maria Holm Olsen, maðurin Bjørn Krog og dóttir teirra Bjørt Olsen, sum hava stovnð felagið Solea.
Í februar skipaðu tey fyri einum kvøldi á Odd Fellow Palénum í Keypmannahavn, har føroyskir og útlendskir kokkar borðreiddu við øllum góðum. Allur maturin var úr føroyskari rávøru.
Har vóru innbodnir gestir, men eisini bar til at keypa atgongumerki, sum vórðu seld eftir lítlari løtu.
Journalistar vitja
Næsta tiltakið verður nú um vikuskiftið. Ellivu kendir mat-journalistar úr Italia, Týsklandi, Holandi, Írlandi, Danmark, Svøríki og Finnlandi koma til Føroya. Hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða serliga gourmetkvøld á matstovunum á Hotel Føroyum og Hotel Hafnia.
Hesi borðhaldini ber til hjá øðrum at keypa sær atgongumerki til.
Umframt at borðreitt verður við seks rættum verða fyrilestrar hildnir um mat og vín.
Útlendsku journalistarnir fara runt í landinum at vitja eitt nú alibrúk, sjógæti og virki, sum framleiða ymist úr føroyskari rávøru. Tey steðga í Føroyum í fýra dagar.
Men Føroyar eru ikki bara matur. Um viðrar verður farið ein túr undir Vestmannabjørgini og kanska við Norðlýsinum eisini. Ætlanin var at fara út at royna eftir hemara, men tað liggur ikki fyri. Gestirnir fáa tó høvi at smakka hemara.
Tey fara eisin i at vitja í Dúvugørðum í Saksun og fara til onnur mentanarlig støð og tiltøk
Elsa Maria Holm Olsen sigur, at Solea vinnur ongan pening við hesum átøkunum.
Av áhuga
Familjan ger tað bara av fullum huga fyri at vísa á, hvussu nógv Føroyar hava at bjóða bæðði innan fyri føroysku rávøruna, og ferða- og upplivingarvinnuna.
Tey vilja fyri, at føroysk fyrstafloksrávøra kemur inn á tær bestu donsku matstovurnar og harvið skapa ein eftirspurning eftir føroyskari rávøru.
Løtan er tann rætta, tí tað er eitt rák við matupplivingum.
Tað ber væl til at samantvinna matupplivingarnar við ferðavinnuna, eru Elsa Maria Holm Olsen og familjan samd um.
Nógvir aktørar eru í einum slíkum átaki, framleiðarar, fiskaseljarar, heilsølur, túrfyriskiparar og onnur. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá hotellunum at royna at selja pakkaferðir til Føroya., sigur Elsa Maria Holm Olsen.










