Nýtt tiltak á Ólavsøku.
Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag kl. 22 verður verður høvi hjá fólki at fara
á Café Grugg á Meiarínum, har borðreitt verður við góðum tónleiki og sjónleiki.
- Hvíl beinini eina løtu, fá tær ein góðan kaffimunn og køku afturvið.
Pallurin er eitt vertshús, eitt leygarkvøld í Havn ella kanska onkra aðrastaðni,
har tey “skeivu” fólkini, sum annars verða biðin um at halda munn, koma til orðanna.
Smáar søgur um kærleika, jalousi, vónloysi og lívsgleði, verða flættaðar saman við livandi tónleiki og sangi.
Tey leikandi eru: Kristina Sørensen, Birita Mohr, Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð.
Caféorkestrið er mannað av: Hans Paula Tórgarð, guitar, Bjarna Berg, klarinett og Rúnu á Heygum, sangarinnuni við tí eyðkendu røddini.
Á repertoirinum hjá Caféorkestrinum eru klassikarar og evergreens úr m.a. rock, popp og countryheiminum.
Innrættað café og staðið fyri ljósinum hevur ljósdesignarin Árni Baldvinsson.
Spælt verður báðar ólavsøkudagarnir kl. 22.
Atgongumerki fáast við dyrnar 1 tíma undan sýning.










