Ein av høvuðsmonnunum aftan fyri sangbólkin er Torkil Mørkøre. Torkil er best kendur frá fløgu sínari "A Matter of time", sum hittaði í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.
Men Torkil er tó ikki einsamallur, tí í bólkinum eru eisini nakrar av teimum bestu sangrøddunum og tónleikarunum í Norðoyggjum. Teimum, sum dáma væl at syngja við, fáa her møguleikan at syngja við til kendar sangir undir leiðsluni av einum tí besta sangbólkinum í landinum.










