Í gjárkvøldið kom kom forvitnisliga savnsskipið, Gamle Oksøy á Havnina. Skipið er partur av Lindesnes Fyrmuseum.
Skipið bleiv bygt í Haugesund í 1962. Tað bleiv brúkt til at viðlíkahalda vitar, lampur og merki við norsku strondina og førdi millum annað parafin og gass til mongu vitarnar.
Skipið var í tænastu til 1996, tá tað bleiv norsku vitarnir skiftu til battarí- og sólorku. Í 1997 bleiv skipið givð sum gáva til Bredalsholmen Dokk og Fartøyvernsenter, og í 2014 bleiv tað umbygt til savnsskip.
Skipið er mest sum ongantíð broytt síðani tað bleiv bygt og nýggju eigararnir royna at varðveita tað í sama standi. Nú verður tað nýtt sum søguligt savn til at kunna um vitaarbeiðið við norsku strondina.
M/S Gamle Oksøy verður liggjandi á Havnini til fríggjamorgunin 13. juli.
Í morgin verður høvið hjá øllum áhugaðum at koma umborð at síggja skipið. Møguleiki er eisini at vitja framsýningina um tað norska sjókervið.
Opið er hósdagin frá kl.10-12 og aftur frá kl.14-18. Tað er ókeypis at vitja umborð.
Vitja heimasíðuna hjá Lindesnes Fyrmuseum og fá meira at vita um M/S Gamla Oksøy:









